So kom ferð á
Fríggjadagur, 17. august 2018 20:19

Tað kravdi nógv og hart arbeiði. Men hjálptir av fyrstu minuttunum hjá Róaldi í fleiri mánaðir, eydnaðist okkum at halda stigunum heima, tá KÍ vitjaði í Gundadali

 

Eftir tveir javnleikir á rað var kravið púrasta eirindaleyst hjá okkum, tá KÍ vitjaði hóskvøldið. Trý stig skuldu á kontina, um vit skulu halda fast í stríðnum um europisku plássini.

Kravið til gestirnar var ikki minni, eftir at teir taptu oddadystin á Summar Festivalinum, og tað sást frá fyrsta bríksli, at hetta var ein dystur, sum báðir partar fyri alt í verðini vildu vinna.

Ferðin var frá fyrsta minutti rættiliga høg, og tað, sum dysturin ikki hevði í tekniskum finessum og poleraðum spæli, hevði hann í yvirmát í intensum nærdystum.

Møguleikar fullu eisini báðar vegir. Helst hevði Michal tann størsta, tá Meinhard legði innfyri, og Alex hevði eitt dundurskot, sum varð blokerað. Men klaksvíkingar áttu eisini sínar møguleikar, sum tó ikki góvu úrslit.

Eftir steðgin komu vit væl út á vøllin, og umframt ferðina megnaðu vit nú eisini at hava skil á spælinum, soleiðis at talan gjørdist um ávíst trýst móti KÍ-málinum.

Fleiri vandamiklar støður vóru í brotsteiginum, og eftir einum korteri eydnaðist tað Erlendi at pota bóltin í netið, tá hann var knappur eftir hornasparksstøðu.

Vit tóktust at hava tamarhald á støðuni, men hóast hetta, so eydnaðist tað KÍ at javna, tá teir í triðju atløgu sendu innlegg á sterka Deni Pavlovic.

Góð ráð tóktust at vera dýr, men Jákup hevði ein trumf á beinkinum. Róaldur Jakobsen hevur verið skaddur tað mesta av árinum, og hann er framvegis skaddur. Skaðin er tó av slíkum slag, at verður hvørki verri ella betri av at spæla, og tí varð hann sendur á vøllin seinastu løtuna.

Og tað var ein skilagóð avgerð. Róaldur hevði bara verið á vøllinum í tveir minuttir, tá hann vísti, hví hann støðugt verður roknaður millum bestu spælararnar í Føroyum. Hann lesur spælið betur enn tey flestu, og júst tann eginleikin gjørdi, at hann var skjótari avstað enn KÍ-verjan, tá Meinhard fekk tacklað seg ígjøgnum. Beint áðrenn hann varð feldur aftanífrá, megnaði Róaldur at skumpa bóltin til Meinhard, og so var fagnaðurin ovurstórur, tá bólturin heldur kølið varð lagdur inn um handara stólpan.

Klaksvíkingar royndu at svara aftur, og eina ferð varð stútað á stólpan, meðan Rói eisini hevði onkra góða bjarging. Vit høvdu eisini okkara møguleikar at økja, men tað støðan helt sær allan dystin.

Sigurin ber við sær, at vit halda fast í sambandinum upp til Víking og NSÍ í dystinum um evropisk pláss. Ein dystur, sum avgjørt vilja vinna.

 

B36-KÍ 2-1 (0-0)

1-0: Erlendur Magnusson, 59.

1-1: Deni Pavlovic, 69.

2-1: Meinhard E. Olsen, 80.

 

B36: Rói Mørk Hentze – Andrias Eriksen, Odmar Færø, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen (Robert Heðin Brockie, 43.), Erlendur Magnusson – Benjamin Heinesen, Meinhard E. Olsen, Michal Przybylski (Hugin Samuelsen, 66.) – Kaimar Saag (Róaldur Jakobsen, 79.)

Gult kort: Robert Heðin Brockie

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin

  
  Síggjast aftur í 2019

  -----------------

2. deild menn

 Endaði nr 2. og flytir upp í 1. deild :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast aftur í 2019

 

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan