Akkurát ikki
Mánadagur, 06. august 2018 19:22

alt

Tað bleiv til nær við og næstan, tá vit í dag spældu útsetta útidystin móti Suðringum

 

Við strævnari uppgávu og drúgvari heimferð í beinunum settu okkara menn í morgun kósina móti Trongisvági, har Suðringar bíðaðu, nú útsetti dysturin frá 17. umfarinum í Betri-deildini skuldi spælast.

Uppstillingin bar boð um, at talan var um troyttar menn, og eitt nú byrjaðu bæði Andrias Eriksen og Meinhard E. Olsen uttanfyri, meðan Lukasz heldur ikki var tøkur, eftir at hann fekk skaða í knæið í dystinum í Istanbul.

Heimamenninir høvdu lotið undan í fyrra hálvleiki, og teir royndu eisini at leggja eitt ávíst trýst á, uttan at hetta tó veruliga gjørdist vandamikið.

Vit høvdu onkran góðan møguleika, og vit tóktust hava tamarhald á, tá tað brádliga eydnaðist vertunum at leggja seg á odda. Bólturin ferðaðist høvd av høvdi í okkara brotsteigi, og so kundi stóri Reidar Dahl Joensen brádliga stúta suðringarnar framum.

Tað eydnaðist okkum tó at svara aftur undan steðginum. Beint undan hálvleikssteðginum kom Benjamin ígjøgnum, og tá hann spældi útfrá, kundi Michal Przybylski fyri skora sítt fyrsta mál fyri okkum.

Tað gav gott treysti til seinna hálvleik, og fyrstu minuttirnar eftir steðgin trýstu vit vertirnar í botn. Magnus og Meinhard vóru nú eisini at síggja á vøllinum, og støðugt skolaðu álopini móti málinum.

Sum frá leið komu vertirnir eitt sindur betur við, men trýstið var framvegis rætta vegin, og tað tóktist bara vera ein spurningur um tíð, áðrenn forloysandi málið kom. Men tað var, sum restaði seinasta pettið og hepnið alla tíðina í hjá okkum. Inn vildi bólturin ikki, og tá Kaimar í yvirtíðini meddaði í netið, hevði linjudómarin flaggið á loftið, og so gjørdist ikki meira.

Javnleikurin var ikki tað, sum vit komu eftir, men vit mugu bara ásanna, at tað var tað, sum spurdist burturúr. Nú ræður um at hyggja frameftir, tí longu fríggjadagin er aftur dystur á skránni, tá EB/Streymur vitjar í einum dysti, sum er framskundaður.

 

Suðringar-B36 1-1 (1-1)

1-0: Reidar Dahl Joensen, 37.

1-1: Michal Przybylski, 45.

 

B36: Rói Mørk Hentze – Benjamin Heinesen (Andrias Eriksen, 65.), Odmar Færø, Bjarni Petersen, Erlendur Magnusson – Eli F. Nielsen, Robert Heðin Brockie (Magnus Holm Jacobsen, 46.) – Michal Przybylski, Hugin Samuelsen, Gilli Ssamuelsen (Meinhard E. Olsen, 46.) – Kaimar Saag

Gult kort: Odmar Færø, Magnus Holm Jacobsen

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betri deildin menn

Argir


    sunnudagin 19. aug kl. 15:00

  -----------------

2. deild menn

 B36 - AB - leygard. 18.08 kl. 15:00

  -----------------

U21 dreingir

B36 - AB - sunnud 19.08 kl. 17:30

-----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ - sunnud. 19.08 kl. 12:15

 

Støðan í Betri-deildini

Gjald limagjaldið 2018 her !

Tín meining

Hvør vinnur, B36-KÍ?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan