Í heljareldin í kvøld
Hósdagur, 02. august 2018 11:48

Talan er um risa-uppgávu, tá okkara menn í kvøld fara á vøllin at royna seg ímóti turkiska Besiktas

 

Eitt er, at Besiktast er styrkismett sum nummar 26 av øllum liðum í Evropa. Í fjør vunnu teir enntá sín bólk í Champions League, so talan er um kanska sterkastu mótstøðu, sum føroyskt felagslið hevur roynt seg ímóti.

Hartil kemur, at heimaáskoðararnir hjá Besiktas er tiltiknir stinnir stuðlar hjá sínum liði. Talan er í dag um spildurnýggjan leikvøll, men lítil ivi er um, at áskoðararnir eisini vilja gera nýggja leikvøllin til heljarportur, sum tey plaga at taka til. Og so mugu tey viðhaldsfólkini, sum vit hava við á ferðini, bara gera sítt til at muta ímóti.

Hjá spælarunum verður talan uttan iva um stórsligna uppliving, og so er bara at njóta hesa – og kanska eisini royna at arga risa-favorittarnar eitt sindur.

Dysturin í Turkalandi verður blástur ígongd klokkan 19.00 føroyska tíð.

 

Ársveitslan 2018

Ársveitslan hjá B36 verður

03 november 2018

Keyp atgongumerki til ársveitsluna her :

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin

 
   sunnudagin 21. okt  kl. 15:00

  -----------------

2. deild menn

 Endaði nr 2. og flytir upp í 1. deild :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - B68 - týsd. 23.10 kl.

 

Støðan í Betri-deildini

Tín meining

Hvør var dagsins maður, B36-07 Vestur 2-0?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan