Víðari í Evropa!
Hósdagur, 05. Juli 2018 20:07

alt

Jákup á Borg var ovurfegin, men samstundis eyðmjúkur mótvegis sínum spælarum, tá sigurin móti St Josephs’s av Gibraltar loksins varð staðfestur

 

Tá menninir hjá okkum vandu 24 tímar undan dystarbyrjan, var hitin ikki so ovurstórur á Gibraltar. Men í kvøld – nú dysturin skuldi spælast – var støðan ein heilt onnur.

Hitin inni í býnum vísti 32 stig – í skugganum – og hetta setti stór krøv til okkara spælarar.

- Fyrstu løtuna var tað kanska ikki heilt so galið, tí vit megnaðu væl at spæla bóltin runt, og tí runnu hinir meira enn vit. Vit vóru betri hesa løtuna, og vit komu eisini á odda, tá hornasparkskombinatión millum Lukasz og Alex endaði við, at Lukasz varð feldur, sigur Jákup á Borg.

Lukasz smekkaði – sum vant – brotssparkið trygt í netið, og so høvdu vit eftir bara einum korteri fingið júst tí byrjanina, sum vit ynsktu.

Men restin av dystinum varð ikki júst soleiðis, sum vit kundu ynskt tað. Og tað viðgongur Jákup eisini.

- Fyri tað mesta spældu vit 4-4-2, har Lukasz og Kaimar vóru nakað aftan fyri miðstrikuna. Tað gjørdi, at teir høvdu nógv trýst, men vit fingu teir at spæla tað spælið, sum vit ætlaðu, og so var tað barnamatur fyri Odmar, Eli og hinar at taka sær av teimum.

- Men vit fóru kanska í panikk for tíðliga. Vit góvu teimum meira og meira pláss, og tá teir skoraðu, var tað ein ordans frammaná hjá okkum, viðgongur Jákup. Men hann leggur afturat, at úti á beinkinum settu tey sær fyri, at hetta mátti ikki ávirka.

- Hvør sum ein vóru menninir fyrilagstir, og tað seinasta teir høvdu tørv á, vóru frustratiónir frá beinkinum. Sjálvandi bannaðust vit í eini 10 sekund, men so var semja um, at nú máttu vit halda høvdið kalt, og tað riggaði tíbetur.

Málið noyddi okkum út í umdyst, men hesin byrjaði einki serligt, tá serliga fjórða útskiftingin mátti nýtast til Hannes, sum annars nýliga var innkomin. Hetta tí Hannes fekk ein fipur.

Men okkara menn hildu høvdið kalt, og hóast møguleikar vóru báðar vegir, so kom einki mál afturat. Tí gjørdist neyðugt við brotsspørkum, har Jákup skuldi velja sínar fimm.

Tað var kanska óvæntað, at Magnus Holm Jacobsen, sum júst er fyltur 18 ár, var fyrsti skjúttin, men Jákup sær als einki merkisvert í tí.

- Kendi tú Magnus, so hevði tú ikki sett spurningin. Tú kanst tosa um at hava n... ella ikki. Veruleikin er, at tá kemur til at vera cool, so er tað nakað, sum tú he. vur ella ikki hevur, og Magnus hevur tað í yvirmát. Hann segði enntá, at hann vildi skjóta fyrst, so har var einki at rafla um.

Magnus skoraði, og tað sama gjørdu Alex og Meinhard. Tá høvdu vertirnir brent tvær ferðirnar móti Róa, og so kundi Odmar sparka sigurin heim.

Veruleikin er, at vit eru víðari. Tað sama er KÍ, sum á heimavølli vann 2-1 móti Birkirkara av Malta, og samlaða føroyska úrtøkan er eisini nakað, sum høvuðsvenjari okkara fegnast um.

- Hetta er fantastiskt. Fleiri stig og fleiri pengar til føroskan fótbólt. Hetta er eitt stórt kvøld fyri okkum øll, staðfestir Jákup á Borg.

Og vit onnur kunnu væl illa vera ósamd við honum J

 

St. Josephs-B36 1-1 (0-1)

B36 víðari eftir umdyst og brotsspørk

0-1: Lukasz Cieslewicz (br.), 14.

1-1: Jose Luis Otero, 88.

B36: Rói Mørk Hentze – Andrias Eriksen (Bjarni Petersen, 49.), Robert Heðin Brockie, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Erlendur Magnusson (Magnus Holm Jacobsen, 76.) – Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen – Kaimar Saag (Hannes Agnarsson, 61. (Hugin Samuelsen, 98.))

Gult kort: Rói Mørk Hentze, Robert Heðin Brockie, Eli F. Nielsen, Meinhard E. Olsen, Benjamin Heinesen, Erlendur Magnusson, Bjarni Petersen

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin


    sunnudagin 23. sept kl. 17:15

  -----------------

2. deild menn

 B36 - Víkingur - leygard. 22.09 kl.17:00

  -----------------

U21 dreingir

 B36 - EB/Str -  sunnud 23.09 kl. 19:00

-----------------

Betri deildin kvinnur

B36 -HB - sunnud. 23.09 kl.12:30

 

Støðan í Betri-deildini

Gjald limagjaldið 2018 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður, NSÍ-B36 1-2?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan