Lorta veður – fínt úrslit
Fríggjadagur, 22. juni 2018 21:39

alt

Í orkan-líknandi líkindum eydnaðist okkum at skora neyðugu málini undan steðginum,

so vit aftur fingu kensluna av at vinna ein fótbóltsdyst

 

Lat tað verða sagt alt fyri eitt. Líkindini at spæla fótbólt úti á Argjum í dag vóru út av lagi vánalig. Ja, somikið vánalig, at dysturin skuldi kanska als ikki verið blástur ígongd.

Men veðrið má sær sjálvum ráða – eins og dómarin – og so varð blást ígongd klokkan 18.00.

Vit høvdu vindin undan fyrstu trý korterini, og hetta varð sjálvandi nýtt til at leggja eitt hampuliga massivt trýst a AB-verjuna. Argjamenn eru kanska meira vanir enn vit at spæla í hørðu eystanættini, og teir høvdu eisini onkrar heilt vandamiklar støður, sum Rói og verjan í felag fingu ruddað burtur.

So við og við settu vit okkum tó alt tyngri á dystin, og eftir eitt korter kom hol á. Lukasz kom væl ígjøgnum í vinstru, og so var tað Kaimar, sum átti seinasta fótin á og beindi bóltin í netið.

Tað tók okkum ikki leingi at koma upp á 2-0, tá horna úr høgru og klumpspæl endaði við, at Robert Heðin fekk bóltin í netið, men eftir hetta doyði dysturin nakað.

Tað hóvaði ikki okkum uttan fyri vøllin, tí øll mundu vita, at tvey mála leiðslan ikki var nakað stórvegis at dúva upp á í trý korter av undanvindi, og tíbetur fingu vit veruliga søkt heimaliðið seinastu løtuna undan steðginum.

Meinhard slapp avstað eftir skjótt samanspæl, men Árni G. Nielsen hevði meira enn vanliga gott tak í hvítu troyggjuni. Endin varð, at Meinhard vann brotsspark, og tá Árni samstundis varð útvístur, gav tað okkum stóran fyrimun. Lukasz hevði sítt stríð við at fáa bóltin at liggja stillan, men tað eydnaðist at enda, og skotið varð sent trygt í netið.

Seinasta málið undan steðginum fall aftur til Kaimar, sum hesa ferð átti seinasta fótin á eftir innlegg úr vinstru. Og sami Kaimar gjørdi tað eisini til 5-0 løtu seinni – hildu vit. Men onkursvegna metti lindjudómarin, at áleyparin var rangstaddur, hóast tað at síggja til var sólarklárt, at Kaimar var nakrar metrar on-side, tá bólturin varð spældur.

Hóast yvirmannaðir, so var greitt, at vit komu undir trýst í seinna hálvleiki. Nógvi vindurin, sum AB nú hevði undan, meira enn kompenseraði fyri vantandi mannin, og vertirnir løgdu eisini eitt støðugt trýst á.

Hinvegin megnaðu vit í løtum at hótta, og tí tóktist sigurin hjá okkum alla tíðina hampuliga vísur. Nógv innlegg vórðu send innfyri, men veruliga vandamikið gjørdist tað sjáldan. Ta einu ferðina eydnaðist AB at skora, tá Bárður sendi knallhart hornaspark innfyri, og so var Rói óheppin at beina bóltin í síðunetið, men sæð burtur frá hesum, so var avmarkað, hvat vertirnir høvdu at bjóða upp á,

Heldur hóttu vit hinvegin, og bæði Kaimar og Benjamin høvdu møguleikarnar at punktera dystin fult og heilt, tó at hetta ikki eydnaðist.

Sigurin og stigini komu tó ikki í vanda, og so kundu vit aftur fegnast, tá dómarin blásti seinasta bríkslið. Enn einaferð vístu okkara menn, at teir megna at spæla skjótt og væl, og nú veðrið ikki var til vildar, vístu teir seg eisini sum verulig mannfólk,

 

AB-B36 1-4 (0-4)

0-1: Kaimar Saag, 17.

0-2: Robert Heðin Brockie, 20.

0-3: Lukasz Cieslewicz, 39.

0-4: Kaimar Saag, 43.

1-4: Bárður Olsen, 79.

 

B36: Rói Mørk Hentze – Erlendur Magnusson (Ragnar Samuelsen, 46.), Andrias Eriksen, Robert Heðin Brockie, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Magnus H. Jacobsen – Meinhard E. Olsen (Bjarni Petersen, 76.), Lukasz Cieslewicz (Bjarni Petersen, 76.), Hugin Samuelsen – Kaimar Saag

Gult kort: Hugin Samuelsen

 

Myndasavn(Sosialurin/Álvur Haraldsen)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin

  
  Síggjast aftur í 2019

  -----------------

2. deild menn

 Endaði nr 2. og flytir upp í 1. deild :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast aftur í 2019

 

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan