Høvdu betur uppiborið
Sunnudagur, 17. juni 2018 18:28

alt

Fótbólturin vísti seg frá síni náðisleysu síðu, tá vit í góðan tíma vóru nógv betra liðið á vøllinum – men kortini stóðu eftir við ongum

 

Fótbóltur er aloftast eitt vakurt spæl, men í dag vísti spælið seg frá síni køldu og náðisleysu síðu.

Karmarnir í Gundadali vóru annars framúr. Summartámið hevði allan dagin syrgt fyri, at vøllurin ikki turkaðist upp, og hóast intensiteturin forðaði fyri tí heilt vakra spælinum, so var ferðin í toppi frá byrjan. Í øllum førum frá okkara monnum, sum alt fyri eitt settu seg á tað allar mesta í grannauppgerðini.

Vertirnir á oddaliðnum høvdu eina greiða ætlan um at taka ferðina úr okkara spæli, og var ein møguleiki, so lógu teir eftirá, somikið ofta, at hjálparmenninir uttan fyri síðulinjuna vóru mest sum útlúgvaðir eftir dystin.

Tað tóktist tó ikki nerva okkum fyrstu heilt longu løtuna. Talan var um mest sum einvegis ferðslu undan steðginum, og møguleikarnir komu eisini. Teitur bjargaði tó frágera væl, tá Meinhard gjørdist leysur, og fleiri ferðir spældu vit okkum oman at baklinjuni, uttan at vit tó megnaðu at gera okkum dælt av góðu støðuni.

Stríðið gav tó úrslit, tá Alex varð feldur eftir gott álop. Lukasz var púrasta tryggur úr ellivu metrum, og so vóru vit á sigurskós – hildu vit.

Heldur enn at verja leiðsluna, so koyrdu vit áhaldandi á, og um nakað, so mundi eitt 2-0 mál liggja í luftini. Tí var tað eisini ein ordans frammaná, tá HB javnaði dygst undan steðginum. Talan var um fiksa hornasparksstøðu, men tað var ófyrigeviligt, at eingin av okkara samlaði upp á brotsteigarmarkinum, og so pløkkaði heitasti málskjúttin í føroyskum fótbólti bóltin í netið.

Eftir steðgin løgdu vit fyri í somu øði. Áðrenn fyrsti minutturin var farin, hevði Kaimar sneitt bóltin á stólpan, og Teitur stórbjargaði dundurskotinum, sum Alex sendi upp á returin.

HB var framvegis upp á ein háls, men tá teir eina ferð komu nær málinum, gjørdi Adrian aftur tað ljóta. Hesa ferð clearaðu vit ikki nóg væl, og so stútaði Adrian innleggið í netið.

Vit høvdu fram til tá sitið á øllum. HB hevði bert tvær ferðirnar verið í líkinda støðu, men talvan segði, at teir høvdu fingið tvey mál fyri ómakin.

Eftir hetta vildi okkara spæl líka sum ikki koyra. Vit royndu at flyta fólk niðan, men tað gav eisini HB betri møguleika at kontra, og fleiri ferðir gjørdist talan um vandastøður. Ta einu ferðina mátti Trygvi eisini stórbjarga, áðrenn hann mátti lata seg skifta út við skaða.

Talan varð nú fyri tað nógva um tannleyst trýst frá okkara síðu, men í teimum 7-8 minuttunum, sum vórðu lagdir afturat, gav desperata trýstið nakrar royndir. Aftur var Teitur tó fyri, tá Eli høgdi gott langskot móti málhorninum, og heilt móti endanum bjargaði tvørtræið einum verjuspælara frá at gera sjálvmál.

Men úrslitið stóð ikki til at broyta, og so mugu vit nokk ásanna, at vit ikki eru í nær námind nøkrum FM-stríði. Kanska var dysturin bara ein staðfesting av muninum millum eitt lið, har lotið er undan, og eitt lið, har brekka hevur verið nakað tung seinastu tíðina.

Her og nú er bara eitt at gera, og tað er at koma aftur á hestin. Komandi uppgávan er úti móti AB, og nú skulu stig á kontina, so vit halda okkum inni í europiska hitanum. HB fáa vit so einki gjørt við, fyrr enn vit í august skulu takast við teir á Tórsvølli.

 

HB-B36 2-1 (1-1)

0-1: Lukasz Cieslewicz (br.), 37.

1-1: Adrian Justinussen, 45.

2-1: Adrian Justinussen, 61.

 

B36: Trygvi Askham (Rói Mørk Hentze, 77.) – Andrias Eriksen (Hugin Samuelsen, 67.), Robert Heðin Brockie, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Erlendur Magnusson – Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen – Kaimar Saag (Magnus H. Jacobsen, 70.)

Gult kort: Erlendur Magnusson, Benjamin Heinesen, Odmar Færø, Magnus H. Jacobsen, Robert Heðin Brockie

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

UEFA Europa League

Podgorica

 
    hósdagin 19. juli kl.

  -----------------

2. deild menn

 B36 - AB - leygard. 18.08 kl.

  -----------------

U21 dreingir, steypakapping

B36 - HB - mánad 13.08 kl.

-----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ - leygard. 19.08 kl.

 

Støðan í Betri-deildini

Gjald limagjaldið 2018 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður St Josephs-B36?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan