Eingin slingur í valsinum
Mikudagur, 13. juni 2018 20:05

alt

Innan fyri átta minuttir avgjørdu vit fult og heilt, at vit eiga pláss í steypafinaluni, og so kundu vit róliga koyra sigurin heim

 

Heilt fitt av okkara viðhaldsfólkum vóru við, tá Smyril fór um Suðuroyarfjørð mikumorgunin.

Spenningurin var ikki heilt sørur, tí hóast 4-2 sigur á heimavølli, so ráddi nú at gera arbeiðið liðugt - og helst uttan at vertirnir kundu skapa alt ov nógvan spenning.

Og tað gekk nú eisini heilt væl. Fyrstu lítlu løtuna royndu liðini at vinna sær yvirtakið, og ta einu ferðina var um reppið, at Búi Egilsson slapp avstað í okkara vinstru, men við eini knúsandi tackling syrgdi Odmar fyri, at tað álopið varð av ongum.

Í okkara part høvdu vit frísparksroynd av brotsteigarmarkinum, eftir at Lukasz varð feldur, men royndin hjá Alex fór í múrin.

Um miðjuna á hálvleikinum avgjørdu vit tó alt til okkara fyrimun.

Fyrst var tað Kaimar, sum elti langt útspark, og tá hann fekk tamarhald á bóltinum, varð hann rullaður til Benjamin, sum sparkaði hart og flatt framvið málverjanum.

Tað tók heldur ikki leingi, áðrenn vit høvdu økt til bæði 2- og 3-0. Fyrru ferðina var Alex í góðari støðu, men hann valdi at spæla til Meinhard, sum aftur spældi ein púra blankar Kaimar. Seinnu ferðina sendi Lukasz horna úr høgru, og so kundi Odmar beina allan iva av vegnum, tá hann stútaði í netið.

So var at kalla leyst og liðugt. Suðringarnir royndu at skapa eitt trýst, men um nakað, so skuldu vit økt, tá Meinhard gjørdist púrasta leysur.

Sami Meinhard átti eisini onkran stóran eftir steðgin, men eydnan var ikki við honum á degnum, so vit vóna bara, at málini vórðu goymd til sunnudagin.

Tað eydnaðist tó at økja til 4-0, tá Kaimar gjørdist púra leysur eftir innkast og smáspæl millum Eli og Erlend. Í aðrar mátar spardu vit nakað upp á fólkið. Lukasz, sum kundi fingið finalubann við gulum korti, slapp út at hvíla seg, og tað sama gjørdu Erlendur og ein heldur kaldur Trygvi Askham.

Finaluplássið varð koyrt heim í tryggum stíli, og so er bara at seta krossin í álmanakkan, so dagurin ikki skal brúkast til onnur óviðkomandi ting.

 

Suðringar-B36 0-4 (0-3)

B36 víðari við samanlagt 8-2

0-1: Benjamin Heinesen, 18.

0-2: Kaimar Saag, 24.

0-3: Odmar Færø, 26.

0-4: Kaimar Saag, 56.

 

B36: Trygvi Askham (Rói Mørk Hentze, 60.) – Erlendur Magnusson (Robert Heðin Brockie, 60.), Odmar Færø, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Magnus H. Jacobsen – Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz (Hugin Samuelsen, 54.), Meinhard E. Olsen – Kaimar Saag

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betri deildin menn

Argir


    sunnudagin 19. aug kl. 15:00

  -----------------

2. deild menn

 B36 - AB - leygard. 18.08 kl. 15:00

  -----------------

U21 dreingir

B36 - AB - sunnud 19.08 kl. 17:30

-----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ - sunnud. 19.08 kl. 12:15

 

Støðan í Betri-deildini

Gjald limagjaldið 2018 her !

Tín meining

Hvør vinnur, B36-KÍ?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan