Einki steyp í dag
Sunnudagur, 03. juni 2018 17:56

alt

Vit vóru ikki í nær námind norðoyastevnusteypinum, tá vit greitt vóru við undirlutan móti KÍ

 

Tað var eitt B36-lið í skerdari útgávu, sum fór á vøllin við Djúpumýru í dag. Umframt langan skaðalista, so høvdu vit eisini trý leikbann at dragast við, og serliga merktu vit væl, at sentrali miðvøllurin var burtur.

Avloysararnir mitt fyri vóru Erlendur og Hugin, og hóast teir arbeiddu sera væl allan dystin á tamb, so skerst ikki burtur, at vit vóru við undirlutan í hesum partinum av spælinum.

Tað bar eisini við sær, at vit stóran part av fyrra hálvleiki vóru undir størri trýsti, enn vit annars hava verið í ár, og fleiri ferðir høvdu vit trupulleikar av góðu innleggunum, sum klaksvíkingar sendu inn í okkara brotsteig.

Eina løtu miðskeiðis í fyrra hálvleiki tóktist tó, sum høvdu vit riðið tað ringasta av okkum, og vit megnaðu eisini at hótta málið hjá KÍ. Meinhard skeyt framvið úr góðari støðu ta einu ferðina, og vit komu fleiri ferðir framvið í borðunum, soleiðis at vandastøður kundu uppstanda.

Klaksvíkingar hóttu hinvegin eisini. Trygvi hevði tíðliga í dystinum góða bjarging, og hann hevði eina afturat, tá Páll Klettskarð brádliga gjørdist púrasta leysur.

Hann kundi tó einki gera, tá vertirnir løgdu seg á odda. Fríspark varð sent innfyri úr vinstru, og í tvídyst við Pál Klettskarð var Hugin óheppin og beindi bóltin í egið mál.

Vit høvdu onkran møguleika at koma afturíaftur, men tað vísti seg bara, sum var hetta ikki okkara dagur. Lukasz skeyt beint á málverjan, tá hann hevði krúllað seg inn um tveir klaksvíkingar, og beint undan steðginum gjørdist brekkan brattari. Ivaleyst áttu vit fríspark, tá Hannis misti í uppspælinum, men dómarin lat ikki við seg koma, og so revsaði Páll okkum. Og tá vit beint eftir hetta høvdu frísparksroynd, var træverkið ikki í parti við Meinhard.

Eftir steðgin var avmarkað, hvussu nógv vit megnaðu at hótta. KÍ hevði fyri tað nógva tamarhald á, men vit høvdu tó onkrar einstakar støður. Eina ferð varð Kaimar hildin inni í brotsteiginum., tá hann mundi sloppið leysur, men heldur ikki tá lat dómarin við seg koma. Og tá vit loksins fingu eina góða roynd, bjargaði KÍ-málverjin góðum stútari frá Erlendi.

Tí gjørdist tað ov lítið hjá okkum, og tá Jákup B. Andreasen stútaði eitt vakurt mál til 3-0, var leyst og liðugt hjá Mikkjali og teimum. Vit fingu pyntað um úrslitið, tá Meinhard úr sera spískum fekk potað í málið, men nærri enn tí og nøkrum nyttuleysum skotroyndum komu vit ongantíð.

Úrslitið ber við sær, at vit nú eru níggju stig aftan fyri oddaliðið, so tað sær heldur trupult út í so máta, men hinvegin vit fullvæl, at vit hava dygdirnar til at skapa eina drúgva sigursrøð.

 

KÍ-B36 3-1 (2-0)

1-0: sjálvmál, 38.

2-0: Páll A. Klettskarð, 45.

3-0: Jákup B. Andreasen, 71.

3-1: Meinhard E. Olsen, 90.

 

B36: Trygvi Askham – Robert Heðin Brockie, Odmar Færø, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Hugin Samuelsen, Erlendur Magnusson – Hannes Agnarsson (Andras Johansen, 80.), Lukasz Cieslewicz (Ragnar Samuelsen, 80.), Meinhard E. Olsen – Kaimar Saag

Gult kort: Odmar Færø

 

Myndasavn(Álvur Haraldsen/Sosialurin)

 

 

Ársveitslan 2018

Ársveitslan hjá B36 verður

03 november 2018

Keyp atgongumerki til ársveitsluna her :

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin

 
   sunnudagin 21. okt  kl. 15:00

  -----------------

2. deild menn

 Endaði nr 2. og flytir upp í 1. deild :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - B68 - týsd. 23.10 kl.

 

Støðan í Betri-deildini

Tín meining

Hvør var dagsins maður, B36-07 Vestur 2-0?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan