Undirhald í Gundadali
Mikudagur, 30. mai 2018 21:49

alt

Tað gekk lívliga fyri seg, tá vit í kvøld spældu hálvfinalu móti Suðringum

 

Tað var ferð og lív í, tá vit í kvøld spældu móti Suðringum í fyrru hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.

Ein stórur herur av grønum áskoðarum hevði mest sum hersett vestara skýlið, og saman við okkara svart/hvíta skarða gjørdu tey sanniliga sítt til at skapa framúr karmar til dystin, men tey fingu sum vátan vøtt eftir bara einum minutti.

Benjamin sendi langt innkast úr høgru, og tá Eli fyrst snittaði bóltin víðari, kundi Robert Heðin við einum beherskaðum fluktara stýra bóltinum í handara síðunet. Hetta var fyrsti dysturin millum teir fyrstu ellivu hjá Robert Heðini, síðani hann fyri góðum trimum árum síðani varð skaddur í dysti á Skála, og byrjanin kundi ikki verið betri.

Tað tók tó ikki leingi, áðrenn gestirnir høvdu svarað aftur. Heldur tilvildarliga støkk ein bóltur leysur í brotsteiginum, og so var Salmundur Bech avgjørdur, tá hann langaði bóltin í netið.

So var tað líka sum blást ígongd, og fyrri hálvleikur var av tí heilt lívliga slagnum. Suðringar vístu, at teir ikki vóru komnir til Havnar at verja nakað sum helst. Heldur síggja teir hálvfinalurnar sum sín møguleika at fara allan vegin, og á vøllinum fóru teir eisini all-in.

Tað vóru tó ikki óvæntað vit, sum vóru teir meira kontrollerandi á vøllinum, men hóast lívligt spæl, so tóktist tað leingi, sum skuldu liðini fara til steðgin við javnleikinum í skjáttuni.

Men seinastu tíggju minuttirnar undan steðginum fór alt upp at kóka. Vit løgdu okkum á odda við framúr máli. Meinhard hevði at kalla mist bóltin, men onkursvegna fekk hann fatur á heilt at baklinjuni, og tá hann sendi innfyri, stýrdi Kaimar framúr hegnisliga innlegginum í kassan. Og áðrenn vit veruliga høvdu fingið armarnar niður, hevði Benjamin eins hegnisliga stútað innlegg í síðunetið, eftir at Eli hevði lagt innfyri.

Suðringar høvdu veruliga fingið ein – ella tveir uppercut – men teir fóru ikki niður. Aftur var talan um bólt, sum heldur tilvildarliga gjørdist leysur í brotsteiginum, og aftur var tað Salmundur Bech, sum – hesa ferð sera hegnisliga – beindi bóltin inn um Trygva og í netið.

Vit vóru hinvegin heldur ikki lidnir, og tá Benjamin beint undan steðginum tveitti innkast innfyri, kundi Eli stúta okkum upp á 4-2.

Seinni hálvleikur varð ikki eins lívligur. Framveigs royndu gestirnir at kontra, men tað tótktist, sum høvdu vit nú betri tamarhald á verjupartinum. Suðringarnir høvdu eisini flutt nakað av fólki aftureftir, og tí fingu vit ikki nakran veruligan opnan møguleika, hóast bæði Benjamin og innskifti Hugin høvdu góðar royndir, sum tó í báðum førum sníktu seg beint skeivu megin stólparótina.

Og tað var sjálvandi eisini hugaligt at síggja, at vit móti dystarenda sóu bert 16 ára gamla Jónas Warner fáa sínar fyrstu – men heilt víst ikki seinastu – minuttir á besta mansliði okkara.

4-2 er væl saktans eitt úrslit, sum vit kunnu liva við, og tað kundu gestirnir kanska eisini. Vit fingu í øllum førum eitt gott útgangsstøði undan seinnu hálvfinaluni, men hinvegin er eingin sum[JM1]  helst ivi um, at Suðringar bæði á og uttan fyri vøllin vilja gera sítt til, at vit á ongan sum helst máta hava nakra lætta uppgávu, tá vit um tvær vikur vitja við Stórá, har endaliga avgerðin fellur.

 

 

B36-Suðringar 4-2 (4-2)

1-0: Robert Heðin Brockie, 2.

1-1: Salmundur Bech, 6.

2-1: Kaimar Saag, 35.

3-1: Benjamin Heinesen, 38.

3-2: Salmundur Bech, 41.

4-2: Eli F. Nielsen, 45.

 

B36: Trygvi Askham – Ragnar Samuelsen, Andrias Eriksen, Robert Heðin Brockie, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Magnus H. Jacobsen (Lukasz Cieslewicz, 71.) – Hannes Agnarsson (Hugin Samuelsen, 59.), Meinhard E. Olsen, Benjamin Heinesen – Kaimar Saag (Jónas Warner, 87.)

Gult kort: Robert Heðin Brockie

 

Myndasavn(Álvur Haraldsen/Sosialurin)

 


 [JM1]

 

Ársveitslan 2018

Ársveitslan hjá B36 verður

03 november 2018

Keyp atgongumerki til ársveitsluna her :

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin

 
   sunnudagin 21. okt  kl. 15:00

  -----------------

2. deild menn

 Endaði nr 2. og flytir upp í 1. deild :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - B68 - týsd. 23.10 kl.

 

Støðan í Betri-deildini

Tín meining

Hvør var dagsins maður, B36-07 Vestur 2-0?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan