Tóku ikki av
Sunnudagur, 27. mai 2018 20:55

alt

Hóast vit í góðan tíma sótu á tí mesta, so var tað NSÍ, sum at enda fór úr Gundadali við stigunum

 

Fótbóltur er nú einaferð soleiðis háttaður, at tað ræður um at taka av, tá tú hevur eina góða løtu í dystunum. Tær hava vit tíbetur havt nógvar av seinastu nógvu umførini, og tað høvdu vit eisini hesaferð, men vit fingu ikki ordiliga lukkað dystin, meðan tíð var.

Vit sótu á tí allarmesta í góðan tíma, og tá skoraðu vit eisini tvey mál, men NSÍ megnaði tað sama seinasta hálva tíman, umframt at teir sjokkstartaðu við einum máli, áðrenn minutturin var farin.

Tí vit høvdu ikki somikið sum sett okkum niður, áðrenn bólturin var í netinum. Ein sending frá miðvøllinum setti Petur Knudsen í spæl, og so stóð 0-1.

Hetta fekk tó okkara menn at vakna í summarhitanum. Vit settu okkum á tað mesta, og tað gekk heldur ikki long tíð, áðren tað stóð á jøvnum. Hannes kom oman at baklinjuni, og tá hann smekkaði flatt innfyri, var Jens Joensen óheppin at beina bóltin í egið mál.

Og so koyrdu vit annars á. Einasta orsøkin til, at vit ikki løgdu okkum fleiri mál framum, var Tórður Thomsen, sum veruliga tóktist stórtrívast á gamla heimavøllinum. Hann bjargaði framúr, tá ávíkavist Erlendur og Meinhard vóru í góðum støðum, og hóast hann eina langa løtu lá stillur eftir samanbrest, so fekk hann veruliga prógvað síni evni.

Hann fekk tó einki gjørt dygst undan steðginum. Tá dømdi dómarin brotsspark, og hóast gestirnir vóru misnøgdir við hetta, so setti Lukasz ósvikaliga trygt í netið til 2-1.

NSÍ hevði eisini sínar møguleikar, hóast vit sótu á spælinum, men eftir steðgin domineraðu vit enn meira fyrstu løtuna. Fyrsta góða korterið var bólturin at kalla ikki á okkara hálvu, men tá hann komu suðurum, so fingu vit ilt. Bólturin varð lagdur innfyri úr høgru, og Hugin var óheppin, tá hann beindi stútara móti egnum máli. Trygvi stórbjargaði í fyrstu atløgu, men bara út til ein púra leysan Petur Knudsen, sum aftur slapp á talvuna.

Og tað var líkasum startskotið til gestirnar. Nú tóku teir púrasta yvir, og út frá hesum var tað ikki meira enn uppiborið, at Árni Fredriksberg við framúr skoti sendi teir á sigurskós.

Vit royndu at svara aftur, men tað gjørdist ongan tíð heilt spennandi, og so mugu vit bara ásanna, at meðan grannarnir spurta avstað, eru vit saman við KÍ og NSÍ í hørðum dysti um at halda takt við oddaliðið

 

B36-NSÍ 3-2 (2-1)

0-1: Petur Knudsen, 1.

1-1: sjálvmál, 6.

2-1: Lukasz Cieslewicz (br.), 43.

2-2: Petur Knudsen, 65.

2-3: Árni Fredriksberg, 85.

 

B36: Trygvi Askham – Hugin Samuelsen, Andrias Eriksen, Odmar Færø (Robert Heðin Brockie, 70.), Erlendur Magnusson – Eli F. Nielsen, Magnus H. Jacobsen (Alex Mellemgaard, 53.) – Hannes Agnarsson (Benjamin Heinesen, 69.), Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen – Kaimar Saag

Gult kort: Eli F. Nielsen, Magnus Jacobsen, Hugin Samuelsen, Benjamin Heinesen

 

Myndasavn(Bjarni Egnhamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin

  
  Síggjast aftur í 2019

  -----------------

2. deild menn

 Endaði nr 2. og flytir upp í 1. deild :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast aftur í 2019

 

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan