Varpaðu meistararnar avstað
Týsdagur, 22. mai 2018 18:46

Fyri tað nógva vóru vit nógv betra liðið, tá vit bastu Víkingi við tveimum málum móti einum

 

Víkingar hava ikki verið teir lættastu at takast við hjá okkum seinnu árini. Verjandi meistararnir vóru hampuliga kroystir undan dystinum móti okkum, og tí herjaðu teir alt fyri eitt á.

Tað tók okkum eisini á leið eitt korter, áðrenn vit funnu rætta lagið. Vit vóru í løtum heldur illa kroystir hesa fyrstu løtuna, men brádliga fingu vit spælt okkum fram til nakrar møguleikar.

Meinhard drønfluktaði beint á málverjan, og eina aðru ferð var sami Meinhard nær við eftir horna. Tað kastaði nýtt hornaspark av sær, og so kundi ein merkiliga fríur Eli stúta okkum framum.

Eftir stegðin høvdu vit fult tamarhald á. Fleiri ferðir góvu Lukasz, Kaimar og Meinhard stórar trupulleikar fyri mótstøðuverjuna, men burtur úr ongum komu Víkingarnir brádliga upp á javnt. Fríspark varð sent innfyri, og tá bólturin varð stútaður tvørturum, kundi Lawal stýra bóltinum í netið.

Men tað tók okkum ikki leingi at vinna fyrimunin aftur. Horna varð sent inn úr høgru, og so kundi Erlendur drønstúta bóltin í kassan. Sami Erlendur var aftur upp á spæl løtu seinni, men tá fór stútarin uppum.

Vit hildu okkum hava avgjørt alt, tá Kaimar stýrdi bóltinum inn, eftir at Hannis hevði fanga mistak í ljósabláu verjuni, men onkursvegna fekk linjuverjin ta støðuna til at vera rangstøða.

Tí helt spenningurin sær allan vegin, og tað var ikki sørt av spenningi seinastu løtuna. Vit høvdu fína støðu, har dómarin gav fyrimun til Hugin, sum púrasta greitt átti brotsspark, og tá málverjin hálvbjargaði, sendi Meinhard returin á træverkið. Og í allar-seinastu løtu blivu tveir Víkingur leysir, men tá segði Eiler, at tíðin var farin, og so var leyst og liðugt. Tað vildi nú eisini verið drønandi órættvíst, um gestirnir fingu nakað við sær, og við sigrinum halda vit fast í stuttu fjarstøðuni upp til grannarnar fyri norðan.

 

B36-Víkingur 2-1 (1-0)1-0: Eli F. Nielsen, 45.

 

1-1: Adeshina Lawal, 60.

2-1: Erlendur Magnusson, 64.

B36: Trygvi Askham – Bjarni Petersen (Hannes Agnarsson, 45.), Andrias Eriksen, Odmar Færø, Erlendur Magnusson – Eli F. Nielsen, Magnus H. Jacobsen (Hugin Samuelsen, 63.) – Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen – Kaimar Saag

Gult kort: Eli F. Nielsen, Benjamin Heinesen

 

Myndasavn(Bjarni Egnhamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin

  
  Síggjast aftur í 2019

  -----------------

2. deild menn

 Endaði nr 2. og flytir upp í 1. deild :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast aftur í 2019

 

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan