Effektivir!
Sunnudagur, 13. mai 2018 19:35

Fyrsta hálva tíman var einki, sum bendi á nakran stórsigur, men brádliga skoraðu vit upp á sjálvt hálvar møguleikar, og so komu stigini ongan tíð í vanda

 

Bara tríggjar dagar eftir at vit høvdu sent Skála úr steypakappingini, stóðu Eyðun og hansara menn aftur fyri okkum í Gundadali.

Kanska sat tryggi sigurin hóskvøldið eitt sindur í høvdinum á okkara monnum, og í øllum førum tóktust vit ikki vera nóg tendraðir fyrstu longu løtuna.

Skála var hinvegin væl fyri, og fyrsta hálva tíman skaptu teir fleiri góðar støður, sum tó ikki kastaðu avgerandi møguleikan av sær.

Hin vegin høvdu vit heldur trupult við at finna góða spælið fram. Onkur hendinga góð støða kom, men yvir høvur tóktist tað, sum skuldi hetta gerast ein heldur strævið dagur hjá okkum uttan fyri vøllin.

Alt broyttist tó, tá Eli fekk høvdið á langt innkast frá Benjamin. Stútarin var ikki so harður, men leðurkúlan fór dygst úti við stólpan, og so vóru vit á odda.

Og so helmaðu vit ikki í. Hugin fekk akkurát ikki lobbað upp um málverjan, men hann fangaði returin, og so var Kaimar avgjørdur, tá flata innleggið kom til hansara. Og tá Meinhard løtu seinni økti til 3-0 við góðum vinstrabeinsskoti, var mest sum leyst og liðugt.

Tað merkti eisini spælið eftir steðgin, har intensiteturin fall nógv. Vit megaðu tó tvær ferðir at økja, og í báðum stóð Kaimar fyri málunum.

Fyrru ferðina hamraði hann bóltin í netið av brotsteigarmarkinum, eftir at Meinhard snildisliga spældi ímillum báðar miðverjarnar, og seinnu ferðina átti Hannes forarbeiðið, tá hann tók hálvan umveg, áðrenn hann rann verjuspælaran av, so bólturin kundi sendast innfyri.

Skála minkaði um munin móti dystarenda, og kosmetiskt var tað nú spell, at nullið ikki helt. Men tað týdningarmesta var, at trý stig komu trygt á kontina, so vit nú hava skrætt okkum leysar á silvurplássinum.

 

B36-Skála 5-1 (3-0)

1-0: Eli F. Nielsen, 30.

2-0: Kaimar Saag, 35.

3-0: Meinhard E. Olsen, 36.

4-0: Kaimar Saag, 62.

5-0: Kaimar Saag, 72.

5-1: Edvin Jacobsen, 87.

 

B36: Trygvi Askham – Benjamin Heinesen, Andrias Eriksen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Magnus H. Jacobsen (Bjarni Petersen, 74.) – Hugin Samuelsen (Hannes Agnarsson, 60.), Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen (Andrass Johansen, 79.) – Kaimar Saag

 

Myndasavn(Bjarni Egnhamar)

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin


    sunnudagin 23. sept kl. 17:15

  -----------------

2. deild menn

 B36 - Víkingur - leygard. 22.09 kl.17:00

  -----------------

U21 dreingir

 B36 - EB/Str -  sunnud 23.09 kl. 19:00

-----------------

Betri deildin kvinnur

B36 -HB - sunnud. 23.09 kl.12:30

 

Støðan í Betri-deildini

Gjald limagjaldið 2018 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður, NSÍ-B36 1-2?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan