Tórsvøllur nærkast
Hósdagur, 10. mai 2018 18:44

alt

Vit høvdu als ongar trupulleikar av Skála, sum ikki veruliga tóktist trúgva upp á møguleikan at vinna seg í hálvfinaluna

 

Skála hevur mangan argað, tá teir hava vitjað okkum heima í Gundadali.

Tí vistu vit, at talan ikki var um nakran lættan dyst, hóast vit máttu ásanna, at tað vóru vit, sum sótu við favoritt-leiklutinum undan dystinum.

Í hesum einstaka førinum var tó ikki so trupult at basa Skála, sum vit kanska kundu óttast. Fyrst og fremst, tí vit rættiliga tíðliga í dystinum løgdu okkum á odda.

Benjamin hevði sera gott pláss í høgru, tá hann sendi neyvt og hart inn móti púra blankum Kaimar. Talan var um 100% møguleika, tá verjuleikari fekk kastað seg framman fyri Kaimar, men lukkutíð fyri okkum varð bólturin prikaður beint inn um stólparótina.

So høvdu vit tamarhald á tí mesta, og hóast Skála royndi at flyta spælið nakað niðan, so vóru tað framvegis vit, sum hóttu mest. Tað gjørdist eisini 2-0, tá Lukasz royndi seg av brotsteigarmarkinum. Bólturin tók í verjuspælara á vegnum, og so var Skála-málverjin púrasta seldur.

Eina løtu undan steðginum tóku vit okkum dekan ov nógv av løttum, og tí hóttu gestirnir eitt sindur, men nakran veruligan møguleika komu teir tó ikki til. Heldur áttu vit at fingið brotsspark, tá Meinhard varð togaður niður, men floytan hjá dómaranum tagdi tó í støðuni.

Tað ráddi um at sýna rættan hugburð eftir steðgin, so støðan ikki gjørdist meira spennandi, enn gott var, og tað gjørdist hon heldur ongantíð.

Onkra løtu tóku vit tað kanska heldur róligt. Men sæð yvir ein kamb, so vóru tað alla tíðina vit, sum trýstu gestirnar, og um nakað, so skuldu vit økt til bæði 3- og 4-0. Í løtum snøgt sagt vassaðu vit í góðum møguleikum, og vit kunnu sjálvandi iðra okkum um, at vit ikki øktu um leiðsluna. Undir øllum umstøðum vita bæði vit og spælarar, at tað neyvan gongur at misnýta somikið nógvar møguleikar næstu ferð. Longu sunnudagin kemur Skála aftur á vitjan, og tað er lítið at ivast í, at dysturin til ta tíð verður munandi truplari, enn hann var í dag.

 

B36-Skála 2-0 (2-0)

1-0: sjálvmál, 4.

2-0: Lukasz Cieslewicz, 21.

 

B36: Trygvi Askham – Benjamin Heinesen – Andrias Eriksen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Hugin Samuelsen (Magnus H. Jacobsen, 66.)– Hannes Agnarsson (Sámal Jákup Jóhannusarson, 87.), Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen (Erlendur Magnusson, 46.) – Kaimar Saag

 

Myndasavn(Bjarni Egnhamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

UEFA Europa League

Gundadalur

  
    hósdagin 26. juli kl. 19:00

  -----------------

2. deild menn

 B36 - AB - leygard. 18.08 kl.

  -----------------

U21 dreingir, steypakapping

B36 - HB - mánad 13.08 kl.

-----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ - leygard. 19.08 kl.

 

Støðan í Betri-deildini

Gjald limagjaldið 2018 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður St Josephs-B36?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan