Full ferð á tokinum
Sunnudagur, 06. mai 2018 20:36

Eftir sannførandi avrik og trý trygg stig við Løkin tykjast okkara menn veruliga at hava fingið ferð á, nú farið er um fyrsta triðingin

 

 

Talan var um sera stóra uppgávu, sum okkara – fyri tað nógva – blaðungu menn høvdu, tá teir í dag vóru á vitjan við Løkin í Runavík.

Eli var hesa ferð nóg birgur til eitt pláss á beinkinum, men har Benjamin Heinesen eisini at finna, eftir at hann fekk ein snudd í dystinum móti KÍ. Tað merkti, at Hugin Samuelsen skuldi fylla plássið á høgra kanti, meðan Magnus og Erlendur aftur hesa ferð skuldu røkja sentralu leiklutirnar, har fysiskt sterkir menn sum Pól Jóhannus, Fróði og Karl stóu fyri teimum.

Fyrsta løtan tóktist heldur nervakend. Hvørgin parturin vildi satsa tað heilt stóra frameftir, men í 3-4 førum komu vertirnr í góðar støður, sum vit løgdu upp til við heldur keðiligum feilavleveringum.

Ta einu ferðina var eisini um reppið, at Petur Knudsen skoraði, eftir at hann van bóltin frá Andrias, men samstundis tóktist júst hendan løtan at markera, at vit nú settu okkum alt betur á dystin.

Vit komu eisini í nakrar góðar støður, men kropsskinnið á verjuspælara var fyri, tá Kaimar mundi beint innlegg frá Alex í netið, og løtu seinni støkk bólturin úr samankomingini í hendurnar á Tórði, tá Lukasz hegnisliga stýrdi fløtum innleggi frá Meinhard móti málinum.

Fimm minuttir vóru lagdir afturat undan steðginum, tí ein heldur keðiligur skaði til NSÍ-toppskjúttan, Klæmint Olsen, merkti ein drúgvan steðg. Sum skilst breyt áleyparin hondina, og tað gjørdi sum vera man, okkara fortreytir betri.

Í næsta av minuttunum, sum dómarin hevði lagt afturat, fingu vit hol á. Lukasz sendi hornaspark innfyri, og tá Tórður heilkikaði, fekk Hugin onkursvegna eina langa tá á bóltin, sum smoygdi sær inn um strikuna.

Tórður tóktist ikki smávegis nervaður av hesum, og tá vit høvdu eini trý onnur hornaspørk seinastu løtuna, tóktist vanliga tryggi málverjin sigla runt í málteiginum.

Eftir steðgin høvdu vit fríska lotið ímóti, men tað tóktist ikki nervna stórsvegis. Vertirnir høvdu trupult við at skapa veruligar vandastøður, og ístaðin kundu vit økja um leiðsluna. Lukasz Erlendur og Meinhard spældu væl saman, áðrenn Kaimar varð sendur avstað. Gula verjan tóktist annars hava teknað fast haldaragjald á Kaimar, men hesaferð slapp hann avstað, og so var hann ískaldur, tá hann langaði bóltin flatt niður á handaru stólparótina og í netið.

So kundu vit hampuliga trygt stýra dystinum heim. NSÍ hevði eina vandamikla atsókn, tá Jens meddaði nakrar sentimetrar framvið, men hinvegin var eisini so sera týdningarmikið, at vit støðugt hóttu mótstøðumálið. Fleiri ferðir komu vit í góðar støður, og helst vóru vit nærri 3-0, enn vertirnir vóru 1-2.

Mál komu tó eingi afturat, og so var fagnaðurin á spælarum og fjepparum ovurstórur, tá Eiler blásti dystin av. Sigurin var tann fimti á rað hjá okkum, og nú eru vit at finna næst ovast á stigatalvuni. Tann støðan skal heldur enn gjarna styrkjast, tá Skála kemur á vitjan um eina viku, men fyrst skulu vit í steypakappingini takast við somu Skála-menn í dysti um pláss í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.

 

NSÍ-B36 0-2 (0-1)

0-1: Hugin Samuelsen, 45.

0-2: Kaimar Saag, 49.

 

B36: Trygvi Askham – Andrias Eriksen, Bjarni Petersen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Magnus H. Jacobsen (Eli F. Nielsen), Erlendur Magnusson – Hugin Samuelsen (Benjamin Heinesen), Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen – Kaimar Saag (Hannes Agnarsson)

Gult kort: Magnus H. Jacobsen

 

Myndasavn(Álvur Haraldsen/Sosialurin)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

UEFA Europa League

Gundadalur

  
    hósdagin 26. juli kl. 19:00

  -----------------

2. deild menn

 B36 - AB - leygard. 18.08 kl.

  -----------------

U21 dreingir, steypakapping

B36 - HB - mánad 13.08 kl.

-----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ - leygard. 19.08 kl.

 

Støðan í Betri-deildini

Gjald limagjaldið 2018 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður St Josephs-B36?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan