So eru vit við
Mánadagur, 30. apríl 2018 07:12

alt

Leikliga var eingin ivi, men tá KÍ minkaði munin niður í eitt mál, stóð eitt sindur á hjá okkum

 

Tað var veruliga ein av sonevndu seks-stig dystunum, sum var á skránni, tá vit sunnudagin tóku ímóti KÍ í Gundadali.

Klaksvíkingar hava verið flúgvandi fyrstu umførini av kappingarárinum, og vunnu teir eisini hendan dystin, hevði fjarstøðan frá okkum og upp til oddin verið dekan ov stór. Hinvegin kundu vit við einum sigri koma væl við í oddastríðið.

Á vøllinum byrjaðu bæði liðini heldur varisliga, men tað tóktist, sum høvdu okkara menn betri tak á spælinum.

Tað var tí als ikki í tráð við leikgondina, tá gestirnir løgdu seg á odda. Málið var av tí heldur tilvildarliga slagnum, tá skotroynd frá Jóannes Bjartalíð varð avrættað og snýtti Trygva fullkomuliga, men hetta fekk okkum ikki at falla í fátt. Vit søktu framvegis móti KÍ-málinu, og upp á bara tveir minuttir koppaðu vit øllum á høvdið.

Lukasz sendi horna innfyri, og tá Odmar stútaði tvørturum, kundi Benjamin stýra bóltinum í netið. Og har var hann aftur tveir minuttir seinni. Bólturin varð ruddaði langa leið niðan á KÍ-hálvuna, og hóast Meinhard hevði tveir verjuspælarar at stríðast við, so fekk hann tamt við høvdinum, áðrenn hann fluktaði millum beinini á Meinhardt í KÍ-málinum.

Leiðslan í steðginum var fult uppiborin, og vit góvu ikki nakað frá okkum eftir steðgin. Framvegis vóru vit greitt omaná, og tað var ikki meira enn rættvíst, tá Kaimar økti um munin, eftir at Meinhard hevði gjørt gott forarbeiði í vinstra borði.

So kundu vit veruliga knýta kjaftbandið um posan, men seinasta korterið gjørdist heldur nervakent. Ronni Møller-Iversen skoraði eitt frálíkt mál av brotsteigarhorninum, og so var aftur bara tað eina málið á muni.

KÍ royndi at trýsta spælið niðan seinastu løtuna, og teir sendu fleiri innlegg í brotsteigin. Heilt vandamikið gjørdist tað ikki, og so kundu vit fegnast um fimta sigurin á rað. Tað hevur við sær, at vit nú bert eru trý stig frá oddinum, og so kunnu vit longu byrja at gleða okkum til komandi vikuskifti, tá leiðin gongur til Runavíkar.

 

B36-KÍ 3-2 (2-1)

0-1: Boris Dosljak, 24.

1-1: Benjamin Heinesen, 30.

2-1: Meinhard E. Olsen, 32.

3-1: Kaimar Saag, 54.

3-2: Ronni Møller-Iversen, 74.

 

B36: Trygvi Askham – Andrias Eriksen, Odmar Færø, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard – Magnus H. Jacobsen (Ragnar Samuelsen, 89.), Erlendur Magnusson – Benjamin Heinesen (Hugin Samuelsen, 62.), Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen – Kaimar Saag (Hannes Agnarsson, 74.)

Gult kort: Meinhard E. Olsen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin


    sunnudagin 23. sept kl. 17:15

  -----------------

2. deild menn

 B36 - Víkingur - leygard. 22.09 kl.17:00

  -----------------

U21 dreingir

 B36 - EB/Str -  sunnud 23.09 kl. 19:00

-----------------

Betri deildin kvinnur

B36 -HB - sunnud. 23.09 kl.12:30

 

Støðan í Betri-deildini

Gjald limagjaldið 2018 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður, NSÍ-B36 1-2?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan