Trygt víðari
Mikudagur, 25. apríl 2018 21:40

Talan gjørdist ongan tíð um nakran spennandi dyst, tá vit í Fuglafirði vunnu tryggan sigur í fyrsta umfarinum í kappingini um Løgmanssteypið

 

Steypabólturin fór aftur á rull, tá vit í dag vitjaðu í Fuglafirði. ÍF spælir nú í næstbestu deildini, og tí vóru vit greiðir favorittar undan dystinum. Eitt heiti, sum vit tíbetur eisini livdu upp til.

Tað tók okkum ikki nógvar minuttir at leggja okkum á odda. ÍF-verjan var ikki serliga sannførandi, tá teir skuldu rudda, og so kundi Hugin senda leiðslumálið í meskarnar.

Hugin átti eisini sín stóra lut í næsta málinum, tá hann kom oman at baklinjuni eftir skjótt samanspæl, og so kundi Benjamin stýra flata innlegginum í netið úr stuttari fjarstøðu.

ÍF hevði heilt greitt ilt við at fylgja við okkara monnum, og okkurt keðiligt fríspark var eisini at síggja. Vit høvdu eisini møguleikar at økja um leiðsluna, men hesir vórðu brendir, og so vóru bert tvey mál á muni, tá spælararnir fóru at hvíla seg.

Í steðginum slapp Meinhard at hvíla seg, og ístaðin kom Hannes á vøllin. Í spælinum á vøllinum hildu vit fast um okkara yvirvág, og vit høvdu eisini fleiri møguleikar at punktera spenningin.

Eina løtu hevði ÍF hug at hótta eitt sindur, men tá Kaimar elegant lobbaði í málið eftir gott uppspæl frá Lukasz, varð spenningurin av.

Seinastu góðu løtuna spældu vit við blaðungum liði, eftir at Sámal Jákup Jóhannusarson og Andrass Johansen vórðu skiftir inn á vøllin, og tað var hugaligt at síggja, at teir báðir heldur ikki smæddust burtur, meðan vit trygt koyrdu sigurin heim.

Tryggur sigur og eingir skaðar stóð á botnlinjuni, tá dysturin var av, og so kunnu vit gleða okkum, til lutakastið til næsta umfarið er á skránni.

 

ÍF-B36 0-3 (0-2)

0-1: Hugin Samuelsen

0-2: Benjamin Heinesen

0-3: Kaimar Saag

 

B36: Rói Mørk Hentze – Ragnar Samuelsen, Odmar Færø, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard – Magnus H. Jacobsen (Sámal Jákup Jóhannusarson), Hugin Samuelsen – Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen (Hannes Agnarsson) – Kaimar Saag (Andrass Johansen)

 

Myndasavn(Álvur Haraldsen/Sosialurin)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betri deildin menn

Argir


    sunnudagin 19. aug kl. 15:00

  -----------------

2. deild menn

 B36 - AB - leygard. 18.08 kl. 15:00

  -----------------

U21 dreingir

B36 - AB - sunnud 19.08 kl. 17:30

-----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ - sunnud. 19.08 kl. 12:15

 

Støðan í Betri-deildini

Gjald limagjaldið 2018 her !

Tín meining

Hvør vinnur, B36-KÍ?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan