Stigini telja
Sunnudagur, 22. apríl 2018 19:25

Tað var ikki tann mest flótandi fótbólturin. Men vit megnaðu at enda at toga ein tepran sigur heim, og tað eru í seinasta enda stigini, sum telja

 

Tað hevur mangan verið stríggið, tá vit hava tikið ímóti AB, og dysturin í dag vísti seg at verða júst so stríggin, sum vit óttaðust.

Vit høvdu fleiri av vanliga etableraðu spælarunum uttanfyri, men hóast tað royndu vit frá fyrsta bríksli at mynda spælið niðan móti AB-málinum.

Tað gjørdu vit eisini væl og virðiliga, men tað gjørdist ikki til meira enn nakrar einstakar góðar støður, sum tó ikki kastaðu tann stóra møguleikan av sær. Nærmast við var Robert Heðin helst, tá hann við vinstra beini sendi eitt gott skot móti málinum, men Heðin í AB-málinum fekk jústað upp um til horna.

AB royndi støðugt at taka ferðina úr spælinum, og hetta eydnaðist eisini væl, og eftir fyrsta korterið ella so, fingu vit ikki lagt tað stóra trýstið á.

Hinvegin royndi AB at hótta við kontra, og eina ferð var heilt vandamikið, tá Bjarki Nielsen slapp avstða. Lukkutíð var stólpin fyri fyrru royndina, og í aðru atløgu bjargaði Andrias á strikuni, áðrenn vandin var av.

Bara lítlan minutt seinni rakti Meinhard tvørtræið, tá hann setti fótin undir innlegg, sum málverjin ætlaði sær at bjarga, men stórt meira enn tað sama hendi ikki undan steðginum.

Eftir steðgin varð ein hálvgum skaðadarvaður Alex settur inn, og hetta vísti seg sum góð skifting. Alex kom væl við í nógvum álopsstøðum, og tað var um reppið, at Argjamenn gjørdu sjálvmál alt fyri eitt, tá eitt vandamikið innlegg varð sent frá hansara fótum.

Men tað vóru tó gestirnir, sum løgdu seg á odda. Tóki á Lofti, sum vit halda okkum eiga okkara lut í, sneiddi inn í vøllin í vinstru, og so langaði hann bóltin í handara síðunet.

Tað var ein skelkur, men tó ikki meira enn so, at vit javnaðu mest sum alt fyri eitt. Fríspark varð sent innfyri, og eftir trokan og togan í brotsteiginum, megnaði Alex at enda at pota bóltin seinasta pettið í netið, og so koyrdu vit aftur á.

Lukasz kom nú eisini inn, og hann var við til at seta ferð á. Trýstið móti AB-málinum gjørdist alsamt størri, og tað gav eisini úrslit.

Meinhard sendi horna inn úr høgru, og har fekk Odmar stýrt bóltinum niður við stólparótina, so tað nú vóru vit, sum vóru á sigurskós.

Og tí kósina hildu vit. AB royndi spakuliga at flyta fólkið longur niðan á vøllin, og við hesum fingu vit eisini møguleika at lukka dystin. Tann størsta møguleikan fingu vit, tá Lukasz við framúr sending fann Hugin, men tann royndin fór uppum, og so máttu vit ístaðin bíta negl seinastu løtuna, inn til Lars at enda bríkslaði seinasta bríkslið á degnum.

Trý stig komu burtur úr degnum, og tey eru vit eisni ovurfegin fyri. Hini liðini frammi í oddinum tykjast áhaldandi at vinna sær síni stig, og tí er eingin ivi um, at kravið er mest sum treytaleyst hvørjaferð. Ikki minst komandi vikuskifti, tá oddaliðið úr Klaksvík kemur á vitjan.

 

B36-AB 2-1 (0-0)

0-1: Tóki á Lofti, 55.

1-1: Alex Mellemgaard, 57.

2-1: Odmar Færø, 68.

 

B36: Trygvi Askham – Robert Heðin Brockie (Alex Mellemgaard, 46.), Odmar Færø, Andrias Eriksen, Benjamin Heinesen – Magnus Holm Jacbobsen, Hugin Samuelsen – Hannes Agnarsson (Lukasz Cieslewicz, 60.), Erlendur Magnusson, Meinhard E. Olsen – Kaimar Saag (Bjarni Petersen, 78.)

Gult kort: Odmar Færø, Magnus Jacobsen, Benjamin Heinesen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Ársveitslan 2018

Ársveitslan hjá B36 verður

03 november 2018

Keyp atgongumerki til ársveitsluna her :

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin

 
   sunnudagin 21. okt  kl. 15:00

  -----------------

2. deild menn

 Endaði nr 2. og flytir upp í 1. deild :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - B68 - týsd. 23.10 kl.

 

Støðan í Betri-deildini

Tín meining

Hvør var dagsins maður, B36-07 Vestur 2-0?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan