Trygg stg á Dungasandi |
Mánadagur, 16. apríl 2018 11:24 |
Okkara menn lótu ongan iva vera um útfallið, tá vit longu undan steðginum punkteraðu allan spenning
Eftir nervaslítandi sigurin á Suðringum vóru tey flestu okkara greið um, at talan aftur kundi verða um argandi favoritt-uppgávu, tá vit sunnudagin vitjaðu hjá 07 Vesturi. Men tað skuldi vísa seg, at avrikið hesa ferð var munandi meira sannførandi. Frá fyrsta bríksli løgdu vit stórt trýst á mótstøðuna, og tríggjar ferðir undan steðginum funnu vit eisini vegin til meskarnar. Fyrst var tað Kaimar, sum kom á talvuna, tá hann átti seinasta fót á væl spældum álopi, og lítla løtu seinni var tað Erlendur, sum stóð væl fyri, eftir at Kaimar fekk prikað bóltin til hansara í brotsteiginum. Sigurin varð staðfestur stutt undan steðginum eftir snilt fríspark. Tey flestu roknaðu helst við einum inleggi frá Alex, men ístaðin trillað hann flatt útfrá til Odmar, sum sendi í netið fyrstu ferð. Vit kundu væl vart tryggu leiðsluna, men eftir steðgin var talan um fleiri góðar møguleikar afturat. Møguleikar, sum tó ikki kastaðu mál av sær. Men fyrst og fremst var hugaligt at síggja orkuna og viljan, sum okkara menn høvdu á degnum. Her var ongan tíð nakar ivi um, hvør parturin veruliga ynskti sær stigini, og so tykist tað loksins, sum eru vit veruliga komnir í gongd við stigasavnanina.
07 Vestur-B36 0-3 (0-3) 0-1: Kaimar Saag, 25. 0-2: Erlendur Magnusson, 27. 0-3: Odmar Færø, 40.
B36: Trygvi Askham – Benjamin Heinesen, Odmar Færø, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Magnus H. Jacobsen (Hannis Agnarsson, 79.) – Hugin Samuelsen (Jóhan Eiler Simonsen, 91.), Erlendur Magnusson, Meinhard E. Olsen – Kaimar Saag (Lukasz Cieslewicz, 68.) Gult kort: Hugin Samuelsen, Eli F. Nielsen, Benjamin Heinesen |
Komandi dystir
Komandi dystir
Betri deildin menn
í Gundadali
sunnudagin 22. apríl kl 15:00
-----------------
2. deild menn
B36 - 07 Vestur - leygard. 21.04 kl.
-----------------
U21 dreingir
B36 - EB/Str - mánad.30.04 kl.
-----------------
Betri deildin kvinnur
ÍF/Víkingur - B36 - sunnud.22.04 kl.
Steypakapping 1 umfar
Støðan í Betri-deildini
Tín meining
Leinkir
Keyp árskort 2018 her :
Intersport Summar Cup 2018
B36 á Facebook og Instagram
Leiga B36 húsið
B36 FAN SHOP
Føroysk fótbóltshagtøl