Takk fyri Meinhard
Hósdagur, 12. apríl 2018 22:43

92 minuttir av frustratiónum. Tað var tað, sum vit áskoðarar máttu ígjøgnum, áðrenn Meinhard fimta dystin á rað stríddi seg upp á máltalvuna

 

Kravið var treytaleyst. Fýra stig fyri fýra dystir var ikki tann byrjanin, sum vit høvdu ætlað, og tí skuldi ferð á stigasavnanina, nú Suðringar vitjaðu til miðvikudyst.

Fyrsta stóra korterið ella so tóktist eisini, sum skuldu vit leggja mótstøðuna niður. Vit hildu eina hampuliga høga leikferð, og tríggjar ferðir hesa løtuna sóu gestirnir gult, tá teir rættiliga óreglementerað royndu at steðga álopsspælinum hjá okkum.

Opnir møguleikar vóru ikki so nógvir, men eina ferð langaði Meinhard bóltin á tvørtræið, og eina aðru ferð stóð ein verjuleikari á málstrikuni og beindi stútara frá Kaimar burtur, eftir at málverjin ikki fekk nevað bóltin nóg væl burtur.

Gestirnir lúrdu hinvegin upp á kontra, og tvær ferðir var nær við. Fyrra ferðina kom eingin seinasti fótur, tá sent varð tvørtur um málteigin hjá okkum, og seinnu ferðina togaði Trygvi eina stórbjarging fram.

Eftir steðgin gjørdist talan um drúgva tómgongd hjá okkum. Vit vóru nógv á bóltinum, men ferðin var ov lág, og tí gjørdist talan sjáldan um vandastøður. Gestirnir royndu hinvegin at vísa tenn, og onkra ferðina var um reppið, at tað gjørdist heilt vandamikið.

Skiftingar vóru neyðugar, og tær vórðu eisini gjørdar. Tann, sum kanska munaði mest, var at senda Bjarna Petersen inn á heldur óvanda álopsplássið. Bjarni er krútsterkur í luftspælinum, og tá vanligt fótbóltsspæl ikki riggaði, gjørdist hetta seinasta vápnið hjá okkum.

Innlegg vórðu oyst móti gestamálinum, og vandastøður komu eisini. Alex fluktaði beint framvið eftir returbólt, og løtu seinni stútaði Erlendur á stólparótina. Málið tóktisti koma nærri og nærri, men samstundis var tað ein sannroynd, at tíðin var um at ganga undan.

Klokkan fór eisini um teir 90 minuttirnar, uttan at nakað hendi, men so vísti heitasti maðurin í føroyskum fótbólti, hvat hann er førur fyri at avrika.

Bjarni fekk saman við verjuspælara longt langa framlegging, og so fekk Meinhard fatur á bóltinum. Onkursvegin megnaði hann at smoyggja sær ímillum tveir verjuspælarar, og av brotsteigarhorninum bendi hann bóltin yvir í handara málhorn.

Ein sonn perla í einum dysti, sum annars ikki var tað stóra at rópa hurrá fyri.

Hinvegin vita vita betur enn tey flestu, at tað eru málini, sum telja, og hesa ferð høvdu vit meira enn vanliga stóran tørv á trimum stigum. Tey bera við sær, at vit hava fingið nakað av ferð á, og málið prógvaði eisini fyri bæði okkum og spælarunum, at tað loysir seg at arbeiða hart.

 

B36-Suðringar 1-0 (0-0)

1-0: Meinhard E. Olsen, 90+2

 

B36: Trygvi Askham – Benjamin Heinesen, Odmar Færø (Hugin Samuelsen, 78.), Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Erlendur Magnusson – Hannes Agnarsson, Lukasz Cieslewicz (Magnus H. Jacobsen, 62.), Meinhard E. Olsen – Kaimar Saag (Bjarni Petersen, 77.)

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Ársveitslan 2018

Ársveitslan hjá B36 verður

03 november 2018

Keyp atgongumerki til ársveitsluna her :

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin

 
   sunnudagin 21. okt  kl. 15:00

  -----------------

2. deild menn

 Endaði nr 2. og flytir upp í 1. deild :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - B68 - týsd. 23.10 kl.

 

Støðan í Betri-deildini

Tín meining

Hvør var dagsins maður, B36-07 Vestur 2-0?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan