Teir kjansir og teir kjansir...
Mánadagur, 02. apríl 2018 18:50

..hví skuldu vit teir vraka. Tvær ferðir misnýttu vit brotsspark, og serliga undan steðginum áttu vit mest sum fullkomna yvirvág í grannauppgerðini, sum tó endaði við mest sum obligatoriska javnleikinum

 

Talan var í flestu mátar um framúr karmar, tá fyrsta grannuppgerðin í ár skuldi fáast frá hondum.

Páskaveðrið hevur argað dekan ov nógv við kava, men hóast kalt, so var tað fagrasta veður, meðan dysturin varð spældur í dag. Áskoðarar frá báðum feløgum vóru eisini raskir at møta upp, og á vøllinum byrjaði tað við vanliga stórum intensiteti.

HB hevði púra greitt sum setning at steðga okkara spæli, og teir spardu ikki upp á krútið í nærdystum. Hinvegin bakkaðu okkara ikki tað minsta, og sum minuttirnir gingu, gjørdist yvirvágin hjá okkum alt sjónligari.

Tað tóktist vera ein smeitur, tá Eli heilt tíðliga noyddist út við skaða í eyganum, men Erlendur stemplaði alt fyri eitt inn, so hetta gjørdist eingin trupulleiki.

Hóast opnu møguleikarnir ikki komu, so høvdu vit hópin av vandastøðum. Eina ferð høvdu vit bóltin í netinum, men ta ferðina dømdi Petur fríspark til HB-málverjan. Róaldur var sera nær við eftir góða skotroynd, og á hálva tímanum kom málið, sum mátti koma. Hesa ferð fekk HB í fyrstu atløgu beint hornaspark burtur, men tá Alex sendi innfyri í aðru atløgu, var Meinhard á rætta staðnum við handara stólpa.

Samstundis noyddist dómarin skaddur av vøllinum, men hóast maðurin í svørtum nú æt Eiler heldur enn Petur, so tóktist tað ikki at nerva dystargongdina. HB kom fram til eina einstaka góða roynd eftir frísparksinnlegg, men hesa fekk Trygvi jústað upp um tvørtræið. Í allar aðrar mátar vóru tað vit, sum stýrdu dystargongdini, og vit kundu kanska iðra okkum um, at bert tað eina málið var á muni í steðginum.

Tíðliga í seinna hálvleiki høvdu vit risa møguleika at økja um leiðsluna. Brotssparkið var greitt, men tað var av heldur óneyðuga slagnum, tá Erlendur varð rendur umkoll, men ólukkutíð misnýtti vanliga tryggi Róaldur møguleikan. Og lítla løtu seinni stóð brádliga á jøvnum. Heldur tilvildarliga fangaði HB bóltin í umstillin, og so gekk skjótt fyri seg, áðrenn Símun Samuelsen beindi flata innleggið í kassan.

Tað kundi gingið heilt galið løtu seinni, men Trygvi stjórbjargaði tvær ferðir á rað, so vandin ikki gjørdist til meira enn tað sama.

Yvir høvur tóktist eina løtu, sum vóru vit heldur skelkaðir, men eftir at HB hevði havt takið í tíggju minuttir ella so, svaraðu vit aftur. Talan gjørdist aftur um tungt trýst móti HB-málinum, har hópur av hornaspørkum spurdust burturúr, men hóast mongu støðurnar, so vildi málið barasta ikki koma.

Stutt undan dystarloki kom stóri møguleikin. Íslendski spælarin hjá HB hevði longu fleiri átalur og eitt gult kort á kontini, tá hann helt meira enn bara fast í Odmari. Einasta løgna í dóminum var, at seinna gula kortið ikki varð givið, men tað verður so altíð dómarans avgerð.

Vit áttu framvegis møguleikan, men Teitur Gestsson gjørdist uttan iva dagsins maður í HB-leguni, tá hann eisini tók skotið frá Meinhardi.

Og harvið endaði tað. Javnleikurin í dag var tann níggjundi á rað móti HB, so kanska var talan um sjálvprofeti. Í øllum førum man tað fyri okkum kennast, sum eru hægri maktir, sum fyri alt í verðini vilja hava, at grannauppgerðin í Gundadali endar javnt.

 

B36-HB 1-1 (1-0)

1-0: Meinhard E. Olsen, 29.

1-1: Símun Samuelsen, 53.

 

B36: Trygvi Askham – Jónas Tór Næs, Odmar Færø, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen (Erlendur Magnusson, 22.), Róaldur Jakobsen – Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen – Kaimar Saag (Hannes Agnarsson, 64.)

Gult kort: Lukasz Cieslewicz, Jónas Tór Næs

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betri deildin menn

Argir


    sunnudagin 19. aug kl. 15:00

  -----------------

2. deild menn

 B36 - AB - leygard. 18.08 kl. 15:00

  -----------------

U21 dreingir

B36 - AB - sunnud 19.08 kl. 17:30

-----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - KÍ - sunnud. 19.08 kl. 12:15

 

Støðan í Betri-deildini

Gjald limagjaldið 2018 her !

Tín meining

Hvør vinnur, B36-KÍ?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan