Stig við stíli
Mánadagur, 19. marts 2018 08:01

Talan varð um tryggan 2-0 sigur, tá okkara menn leygardagin komu á talvuna

 

Eftir heilkiksaran í fyrsta umfari á Eiði, var trýstið eitt sindur eyka stórt, tá okkara menn leygardagin løgdu leiðina inn á Skála. Ein uppgáva, sum mangan hevur verið trupul, og tað var heldur eingin ivi um, at talan eisini var um stóra uppgávu hesaferð.

Men tað løgdu okkara menn líka í. Hóast lotið var ímóti undan steðginum, so løgdu vit trýst á frá fyrsta bríksli, og tað var eisini um reppið, at Kaimar skoraði longu í fyrsta álopinum.

Tað var ein strika í rokningini, at Benjamin tíðliga mátti av vøllinum, tí hann mátti á sjúkrahúsið at seyma eina rivu á knænum. Hetta broytti liðið eitt sindur, men tað broytti ikki dystargongdina, har vit áhaldandi trýstu.

Talan var kanska ikki um teir heilt stóru møguleikarnar, men nakrar ferðir komu vit í góða støðu, og eitt nú hevði Meinhard eitt skot á tvørtræið. Heimamenninir høvdu einar tvær royndir, sum tó ikki góvu Trygva stórvegis trupulleikar, og tí var málleyst, tá farið varð til hálvleiks.

Eftir steðgin glapp mest sum alt fyri eitt. Vit fingu fríspark mitt fyri, tá Lukasz varð feldur, og tá málverjin ikki helt skotinum hjá Róaldi, var ein sera sjónligur Eli fyrstur á returinum og beindi hann í netið.

Og lítla seinni tvífaldaðu vit leiðsluna. Lukasz fann hegnisliga Erlend í høgra borði, og so kundi Meinhard tætt undir málinum stýra flata innleggið í meskarnar.

Sigurin kom ongan tíð í vanda. Einamest, tí okkara spælarar støðugt vóru ógvuliga konsekventir í verjupartinum. Framhaldandi stýrdu vit eisini trýstinum uppi á Skála-hálvuni, og tí varð talan um sera fáar støður, har heimaliðið hevði møguleika at hótta.

Við sigrinum eru vit nú komin á talvuna, og so er at vóna, at vit fylla meira í stigaposan, tá vit annan páskadag spæla grannauppgerð móti HB.

 

Skála-B36 0-2 (0-0)

0-1: Eli F. Nielsen, 47.

0-2: Meinhard E. Olsen, 49.

 

B36: Trygvi Askham – Jónas Tór Næs, Odmar Færø, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen (Robert Heðin Brockie, 63.) – Benjamin Heinesen (Erlendur Magnusson, 31.), Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen – Kaimar Saag (Christian R. Mouritsen, 80.)

Gult kort: Jónas Tór Næs, Eli F. Nielsen

 

Ársveitslan 2018

Ársveitslan hjá B36 verður

03 november 2018

Keyp atgongumerki til ársveitsluna her :

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin

 
   sunnudagin 21. okt  kl. 15:00

  -----------------

2. deild menn

 Endaði nr 2. og flytir upp í 1. deild :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - B68 - týsd. 23.10 kl.

 

Støðan í Betri-deildini

Tín meining

Hvør var dagsins maður, B36-07 Vestur 2-0?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan