Bummtúrur
Sunnudagur, 11. marts 2018 19:54

alt

Vit áttu so ruddiliga at avgjørd dystin undan steðginum, tá fleiri møguleikar vórðu misnýttir. Ístaðin endaði tað við tapi, tá vit í dag vitjaðu á Eiði

 

Talan gjørdist um ordans bummtúr, tá vit í dag vitjaðu í Hólmanum á Eiði, har EB/Streymur nú spælir sínar heimadystir.

Tað var annars lítið, sum bendi á nakrar trupulleikar fyrust trý korterini. Fyri at siga tað pent, so spældu vit heimaliðið sundur og saman, og tað hevði ikki verið minsta órættvísi í, um vit vóru á odda við flelri málum í steðginum.

Talan gjørdist tó bert um tað eina málið undan steðginum. Eftir at Benjamin hevði sneitt seg leysan at baklinjuni, fekk Meinhard onkursvegna tacklað bóltin inn um strikuna. Fleiri ferðir høvdu vit møguleika at skjóta meira enn hetta eina málið, men hvørki Lukasz ella Kaimar megnaðu at umseta møguleikar til mál, og í einum føri stútaði Odmar á stólpan.

Eftir steðgin vildi heimaliðið eisini spæla við, og mest sum alt fyri eitt komu teir upp á javnt, tá Rógvi Nielsen fangaði langa framlegging, áðrenn Trygvi fekk fatur á bóltinum, og so legði hann bóltin í netið.

Løtu seinni løgdu vertirnir seg á odda. Hvar dómarin sá fríspark, er eitt sindur ilt at vita, men onkursvegna floytaði hann, og so kundi Jónstein Magnussen skorað flatt av brotsteigarmarkinum.

Hetta fekk okkum tó ikki at fella í fátt, og tað tók okkum bara ein minutt at koma upp á javnt, eftir at Kaimar snaraði innleggi frá Róaldi inn, og so vónaðu vit, at seinasti hálvi tímin skuldi brúkast til at skora sigursmálið.

Men tað eydnaðist tó ikki. Í mun til fyrra hálvleik, so komu vit alt ov lítið aftur um heimaverjuna, og tí høvdu vit ilt við at skapa avgerandi møguleikan.

Ístaðin varð tað heimaliðið, sum skoraði einasta málið, sum kom afturat. Dómarin brilleraði nakrar ferðir, og heilt flott tóktist tað, tá avgerandi málið kom. Eftir horna varð bólturin stútaður í málið, men vit andaðu nakað lættari, tá vit hoyrdu floytuna. Tað vísti seg tó, at brotsspark varð dømt, og hóast heimamenninir sjálvandi ikki vóru nøgdir, so Ragnar Danielsen kaldur, tá hann úr 11 metrum umsetti til mál.

Eitt trýst gjørdist talan um móti endanum, men framvegis komu teir stóru møguleikarnir ikki, og so máttu vit nakkalang avstað. Vit kunnu sjálvandi øsast um dømingina, sum í løtum var heldur merkisverd. Men vit mugu eisini ásanna, at vit áttu allar møguleikar at avgera dystin til egnan fyrimun, men at vit ikki tóku av hesum møguleikum.

 

EB/Streymur-B36 3-2 (0-1)

0-1: Meinhard E. Olsen, 26.

1-1: Rógvi Nielsen, 47.

2-1: Jónstein Magnussen, 57.

2-2: Kaimar Saag, 58.

3-2: Ragnar Danielsen, 83.

 

B36: Trygvi Askham – Jónas Tór Næs (Erlendur Magnusson, 94.), Andrias Eriksen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen (Hugin Samuelsen, 84.), Róaldur Jakobsen – Benjamin Heinesen (Christian R. Mouritsen, 73.), Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen – Kaimar Saag

Gult kort: Meinhard E. Olsen, Odmar Færø

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin menn

Gundadalur

      

sunnudagin 27. mai kl 15:00

  -----------------

2. deild menn

 B36 - Undrið - leygard. 26.05 kl.16:00

  -----------------

U21 dreingir, steypakapping

Giza Hoyvík - B36

-----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - B68 - sunnud. 27.05 kl. 17:15

 

Støðan í Betri-deildini

Gjald limagjaldið 2018 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður, B36-Víkingur 2-1?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan