So rullar aftur
Fríggjadagur, 09. marts 2018 19:45

alt

Ein langur vetur er nú av. Sunnudagin er aftur ferð á Betri-deildini, og fyrsta uppgávan verður á Eiði, har EB/Streymur nú spælir sínar heimadystir

 

Tað hevur verið heldur striltið at bíðað, og til tíðir hevur verið beistaktiga kalt. Fótbóltslandskappingin er tó eitt tekin um, at tað av álvara aftur várar, og eingin ivi er um, at bæði fjepparar og spælarar gleða seg, nú fyrsta umfarið í nýdoyptu Betri-deildini stendur fyri framman.

Hjá okkum er fyrsta uppgávan á Eiði, har nýggjur vøllur er gjørdur við Hólman. Her fer EB/Streymur at spæla sínar heimadystir – í øllum førum í fyrru hálvu – og bæði hjá teimum og okkum er talan um nýggjar og spennandi umstøður.

EB/Streymur hevur seinnu árini lagt dentin á at byggja sær eitt nýtt lið upp, og í fjør prógvaðu teir væl og virðiliga, at teir eru førir fyri at spæla við millum tey fremstu. Ikki minst á heimavølli, har teir meira enn ta einu ferðina argaðu ovaru liðini.

Tí vita bæði spælarar og venjarar hjá okkum, at tað er ein trupul uppgáva, sum bíðar, nú skjøtul verður settur á kappingarárið. Vit ætla okkum sjálvandi trý stig, og fundamentið undir tí verður fyrst og fremst knallhart arbeiði, sum vónandi verður kryddað við góðum fótbóltsspæli.

 


Hagtøl B36-EB/Streymur landskapping

2001

11.05 EB/S – B36 0 – 2

11.08 B36 – EB/S 5 – 1

2002

16.06 B36 – EB/S 7 – 2

22.09 EB/S – B36 1 – 1

2003

25.05 B36 – EB/S 1 – 3

03.08 EB/S – B36 3 – 1

2004

25.04 B36 – EB/S 4 – 0

03.08 EB/S – B36 0 – 2

2005

10.04 B36 – EB/S 1 – 0

02.07 B36 – EB/S 0 – 1

25.09 EB/S – B36 1 – 2

2006

07.05 B36 – EB/S 2 – 2

05.06 EB/S – B36 2 – 1

20.08 B36 – EB/S 2 – 1

2007

22.04 EB/S – B36 0 – 1

24.06 B36 – EB/S 1 – 0

21.10 EB/S – B36 4 – 2

2008

27.04 B36 – EB/S 1 – 1

13.07 B36 – EB/S 2 – 1

06.10 EB/S – B36 4 – 5

2009

10.05 EB/S – B36 0 – 0

26.08 B36 – EB/S 1 – 3

16.09 EB/S – B36 4 – 1

2010

01.04 EB/S – B36 1 – 2

30.05 B36 – EB/S 1 – 1

12.09 EB/S – B36 4 – 1

2011

30.04 B36 – EB/S 1 – 0

17.08 EB/S – B36 2 – 1

25.09 B36 - EB/S 1 – 2

2012

21.04 B36 - EB/S 1 – 2

22.07 EB/S – B36 1 – 1

12.09 B36 - EB/S 1 – 4

2013

12.05 EB/S – B36 4 – 1

04.08 B36 - EB/S 2 – 0

22.10 EB/S – B36 1 – 2

2014

04.05 B36 - EB/S 3 – 1

03.08 EB/S – B36 1 – 0

05.10 B36 - EB/S 1 – 0

2015

03.03 B36 - EB/S 1 – 1

17.05 EB/S – B36 0 – 2

16.08 EB/S – B36 0 – 5

2017

06.05 EB/S – B36 0 – 0

23.06 EB/S – B36 1 – 2

10.09 B36 - EB/S 1 – 0

 

              Dystir            v-j-t           Mál        Stig

B36          43             22-7-14      78 – 60      73

EB/S        43             14-7-22      60 – 78      49

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin

  
  Síggjast aftur í 2019

  -----------------

2. deild menn

 Endaði nr 2. og flytir upp í 1. deild :)

  -----------------

Betri deildin kvinnur

Síggjast aftur í 2019

 

Støðan í Betri-deildini

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Árskort 2019 - keyp her :

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan