Endaðu við javnleiki
Mánadagur, 23. oktober 2017 10:07

Tað var ikki tað heilt nógva, sum liðini høvdu at spæla fyri, men á vøllinum var intensiteturin heilt hampuligur, tá vit enn eina ferð spældu javnleik móti grannunum

 

Leygardagin varð punktum sett fyri kappingarárinum, tá vit og grannar okkara tókust í triðju grannauppgerðini í ár. Fyri triðju ferð gjørdist úrslitið javnleikur, og telja vit steypakappingina við, hava vit spælt fimm javnleikir móti HB ár.

Hesa ferð kundu vit helst vera betur nøgd um úrslitið. Serliga gekk tað illa at fáa nakað skipað spæl ígongd undan steðginum. Tað hjálpti ikki upp á tað, at Róaldur tíðliga mátti av vøllinum við skaða, men heldur ikki undan hesum høvdu vit havt stórvegis skipað spæl, tó at vit høvdu einstakar møguleikar.

Hetta gav HB góðar fortreytir at trýsta okkum, og teir komu eisini í fleiri góðar støður, sum kanska kundu givið størri úrtøku.

Tað bleiv tó bert til tað eina málið. Teir splædu væl upp í vinstra borði, og hóast Stankov mátti sneiða sær út um brotsteigin, fekk hann langað bóltin yvir í handara síðunet, og so var frøin stór í ósunnara endanum.

Eftir steðgin fingu vit heldur betri tak á. Vit komul kanska ikki til teir heilt stóru møguleikarnar, men tað lá líkasum í luftini, at vit kundu javna, og tað gjørdu vit eisini, tá eitt lítið korter var eftir. Vit hildu trýstinum eina góða løtu, og tá bólturin ta einu ferðina varð sendur innfyri úr vinstru, kundi Høgni við høvdinum stýra bóltin inn um stólparótina.

1-1 gjørdist soleiðis endastøðann, og so kundu okkara gera seg til reiðar at taka móti bronsukrónunum.

 

HB-B36 1-1 (1-0)

1-0: Aleksandar Stankov 33.

1-1: Høgni Eysturoy, 79.

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Odmar Færø, Bjarni Petersen, Erlendur Magnusson – Magnus H. Jacobsen (Gestur B. Dam, 79.), Róaldur Jakobsen (Eli F. Nielsen, 22.) – Benjamin Heinesen, Meinhard E. Olsen, Lukasz Cieslewicz (Jógvan Andrias Skeel Nolsøe, 67.) – Patrik Johannesen

Gult kort: Bjarni Petersen, Benjamin Heinesen

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan