Heiðursmerkini í vanda
Týsdagur, 17. oktober 2017 13:00

alt

Tað eydnaðist okkum ikki at tryggja okkum silvurið, tá KÍ vitjaði. Gestirnir arbeiddu knallhart, og teir fóru úr høvuðsstaðnum við 3-1 sigri

 

Seinasta vikan hetta kappingarárið skal helst nýtast til skotvenjing.

Tað má verða niðurstøðan, eftir at KÍ sunnudagin fór úr Gundadali við trimum stigum.

Ikki óvæntað løgdu gestirnir nógv fyri. Teir royndu at seta seg á kropsliga partin av dystinum alt fyri eitt, og fyrsta korterið órógvaði hetta okkara menn ikki sørt.

Spælið javnaði seg tó. Vit megnaðu betur at flyta bóltin runt um mótstøðuna, og hóast einki mál beinleiðis lá í luftini, so fingu vit eitt ávíst tamarhald á.

Við eini einstakari umstilling eydnaðist tó klaksvíkingunum at koma á odda. Teir vunnu bóltin uttan fyri egnan brotsteig. Uppspælið gekk skjótt fyri seg í vinstra borði, og so kundi Jóannes Bjartalíð stúta teir framum úr stuttari fjarstøðu.

Eftir hetta tóku gestirnir seg longu aftur, og í enn størri mun dúvaðu teir upp á umstillingar. Hetta gav okkum bóltin fyri tað heilt nógva, og vit komu eisini fram til fleiri brúkligar støður, uttan at hetta tó gav nakað mál.

Eftir steðgin gjørdist yvirvágin bara størri. Vit trýstu og trýstu, og nú komu vit eisini til møguleikar. Vit fingu tó ikki hol á, og brádliga stóð 0-2.

KÍ var valla á okkar hálvu fyrsta korterið eftir steðgin, men hesa ferð komu teir niðan, og teir megnaðu at halda trýstinum í nakrar minuttir. Tað kastaði fleiri hornaspørk av sær, og tað seinasta av hesum slapp at ferðast aftur til handara stólpan, har Adu við høvdinum fekk beint leðurkúluna í netið.

Tað var vátur vøttur, men vit komu skjótt aftur í dystin. Innleggið kom úr høgru, og so var Høgni antin framúr dugnaligur ella eitt sindur heppin, tá hann við innarsíðuni fluktaði bóltin yvir í handara málhorn.

Og so var støðan aftur tann sama. Vit trýstu og royndu, men hvussu vit enn gjørdu, so fór bólturin ikki inn.

Eina ferð stórbjargaði Meinhardt skotroynd frá Erlendi, og í fleiri øðrum førum varð skotið upp um ella framvið.

Álopsbogin varð spentur heilt nógv, og í yvirtíðini kostaði hetta, tá Dion Splidt slapp at økja til 3-1. Tað kundi sum so vera líkamikið, og undir øllum umstøðum máttu vit staðfesta, at vit ikki fingu fatur á silvurmerkjunum í hesi royndini. Tey kunnu tó vinnast aftur leygardagin, tá vit í seinasta dystinum hetta árið spæla grannauppgerð móti teimum ósunnaru. Ein dystur, sum vit sjálvandi ynskja at vinna!

 

B36-KÍ 1-3 (0-1)

0-1: Jóannes Bjartalíð, 28.

0-2: Albert Adu, 60.

1-2: Høgni Eysturoy, 63.

1-3: Dion Splidt, 95.

 

B36: Rói Mørk Hentze – Høgni Eysturoy (Jógvan Andrias Skeel Nolsøe, 82.), Andrias Eriksen, Odmar Færø, Erlendur Magnusson – Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen – Christian R. Mouritsen (Magnus H. Jakobsen, 61.), Meinhard E. Olsen, Benjamin Heinesen (Lukasz Cieslewicz, 74.) – Patrik Johannesen

Gult kort: Patrik Johannesen, Odmar Færø

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan