Europa er tryggjað
Sunnudagur, 01. oktober 2017 18:01

alt

Dysturin varð júst somikið strævin, sum roknast kundi við, men tað eydnaðist okkum at toga trý stig við av Skála, og harvið er altjóða luttøkan í 2018 tryggjað

 

Á Skála hava vit sjáldan havt nakra lætta uppgávu, og tí vistu vit, at tað skuldi nógv og hart arbeiði til, tá okkara menn í dag fóru á vøllin undir Mýruhjalla.

Byrjanin kundi valla verið betri. Christian rann ein bólt upp, sum annars var ávegis til hornaspark, og innleggið fann leiðina fram til Patrik, sum kundi leggja okkum á odda.

Hetta gav góðan frið yvir spælið, og næstu løtuna vóru tað vit, sum stýrdu dystinum, men spakuliga tóku heimamenninir seg alt longur fram.

Vindurin munaði væl, og vit komu av álvara undir trýst seinna partin av fyrra hálvleiki. Ta einu ferðina brast gott skot á samankomingina, og at enda eydnaðist eisini vertunum at javna. Eitt innlegg varð ikki ruddað nóg væl burtur, og við handara stólpa smekkaði Michal Przybylski til.

Eftir steðgin høvdu vit vindin undan, og vit løgdu eisini alt fyri eitt trýst á. Tað tóktist tó at verða ein av døgunum, tá marginalarnir ikki vóru í okkara parti. Fyrst metti Dagfinn, at Meinhard varð feldur uttan fyri brotsteigin, tá tað uttan iva var innanfyri, og løtu seinni hevði Skála brádliga lagt seg á odda, tá Brian Jacobsen framúr vakurt stútaði innlegg upp í málhornið.

Trýstið frá okkara monnum helt tó fram. Skeel varð sendurá vøllin, og hetta vísti seg sum skilagóð avgerð. Fáar minuttir eftir sína intro var hann á rætta stað, tá Høgni legði innfyri úr høgru, og so stóð 2-2.

Og bara fýra minuttir seinni vóru vit á odda. Odmar sendi langt fram, og Patrik tók hegnisliga niður og skotfintaði, áðrenn hann langaði bóltin flatt í handara hornið.

So høvdu vit úrslitið, sum vit komu eftir, og seinastu 20 minuttirnar tóku vit okkum longur aftur á vøllin. Kanska dekan ov langt, tí nakrar ferðir gjørdist talan um spentar støður, sum tó ikki kostaðu okkum mál ella stig.

Sigurin ber við sær, at vit nú eru púrasta vissir í altjóða luttøkuna næsta ár. Samstundis bar tað eisini við sær, at vit nú eru á silvurplássinum í FM-kappingini, og so hava vit møguleikan at sementera tann sessin, tá KÍ vitjar í Gundadali eftir landsliðssteðgin.

 

Skála-B36 2-3 (1-1)

0-1: Patrik Johannesen, 2.

1-1: Michal Przybylski, 37.

2-1: Brian Jacobsen, 58.

2-2: Jógvan Andrias Skeel Nolsøe, 65.

2-3: Patrik Johannesen, 69.

 

B36: Rói Mørk Hentze – Høgni Eysturoy, Odmar Færø, Andrias Eriksen, Erlendur Magnusson – Eli F. Nielsen (Magnus Holm Jacobsen, 79.), Róaldur Jakobsen – Christian R. Mouritsen (Gestur B. Dam, 70.), Meinhard E. Olsen, Benjamin Heinesen (Jógvan Andreas Skeel Nolsøe, 63.) – Patrik Johannesen

Gult kort: Eli F. Nielsen, Meinhard E. Olsen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Ársveitslan 2017

Ársveitslan hjá B36 verður

28 oktober 2017

Keyp atgongumerki til ársveitsluna her :

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

 
  HB - B36

 20.10.17 - kl. 15:15

-----------------

1. deild menn

19.10.17 -  kl. 18:30

 B36 - NSÍ

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Tín meining

Hvør var dagsins maður, B36-KÍ 1-3?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan