Ikki okkara dagur
Sunnudagur, 24. september 2017 20:21

alt

Mynd: jn.fo

Hóast vit loyvdu vágamonnum at skora fýra meira ella minni óneyðug mál, so høvdu vit nóg mikið av møguleikum til at vinna dystin á einum degi, har alt annars gekk okkara veg

 

Víkingur tapti á heimavølli, og í Klaksvík endaði tað málleyst, tá HB vitjaði. Úrslitini á degnum kundu valla verið betri enn tað sama, men tá vit ikki megnaðu at gera okkum dælt, kundi tað sum so vera líkamikið.

Vit vóru nakað skerdir undan dystinum. Patrik hevði leikbann, meðan bæði Róaldur og Christian sótu uttan fyri við skaða. Og tað gjørdist ikki betur, tá Lukasz miðskeiðis í fyrra hálvleiki mátti av vøllinum við nøkrum, sum líktist einum vøddaskaða í lærinum.

Fráveran bar við sær, at vit heldur alternativt stillaðu við Odmar sum fremsta manni, meðan Gestur stuðlaði Eli á sentrala miðvøllinum.

Hetta tóktist tó ikki at nerva stórvegis fyrstu løtuna, og vit vunnu okkum fleiri ferðir fram í góðar støður, sum tó ikki kastaðu nakran opnan møguleika av sær.

Einar tvær ferðir sóu vit tó, at javnvágin á miðvøllinum ikki var røtt, tá heimamenninir alt ov lætt sluppu til tær kontrastøður, sum vóru teirra greiða upplegg til dystin.

Fyrru ferðina gagnnýttu teir ikki støðuna, tá teir komu tríggir móti tveimum, men aðru ferð fall hamarin. Vandin tóktist vera av, tá bólturin varð lagdur út frá til John Frederiksen, men tá hann meddaði til av brotsteigarmarkinum, fekk Tórður ikki hildið skotinum, sum vann seg inn um strikuna.

So vóru fortreytirnar hjá heimaliðnum enn betri, men tað eydnaðist okkum tó at koma upp á javnleikin. Odmar langaði til, og tá málverjin ikki helt skotinum, var Benjamin skjótur á returinum.

Benjamin var eisini nær við at øka løtu seinni, men tað tóktist, sum skuldi javnleikurin verða hálvleiksstøðan. Men brádliga mest sum eksploderaði dysturin.

Fyrst var tað Holgar Durhuus, sum úr stuttari fjarstøðu skoraði, eftir at Bjarni og Andrias ikki samdust um, hvør skuldi taka John Frederiksen, sum rann avstað í borðinum. Vit høvdu ikki meira enn givið bóltin upp, áðrenn Erlendur javnaði við fløtum skoti av brotsteigarmarkinum, men minni enn ein minutt seinni var bólturin aftur í okkara neti. Hesa ferð mist Meinhard bóltin mitt fyri, og so langaði stóri John Frederiksen bóltin heilt upp í hornið.

Vit fullu tó ikki í fátt eftir steðgin. Talan varð um langt álop, og ferð eftir ferð komu vit okkum í góðar støður. Tað eydnaðist eisini Meinhard at javna, eftir at Odmar longdi bóltin til Benjamin, sum legði hann væl til Meinhard. Samstundis ljóðaði, at Suðringarnir høvdu lagt seg á odda í Sarpugerði, og so søktu vit sigursmálið.

Vertirnir hildu fast við ytsta partinum av longutong. Einar tvær ferðir hevði Ivan Stojkovic góðar bjargingar. Alex meddaði fríspark á stólpan, og tað tóktist einamest ein spurningur um tíð, áðrenn sigursmálið kom.

Tað kom eisini, men tað fór til vágamenn. Hesa ferð kom bólturin innfyri úr vinstru. Tórður fekk bara sligið hann út frá til Frederiksen, sum við sínum triðja máli sendi heimafólkið nær sjeynda himni.

Seinastu tíggju minuttirnar gjørdist trýstið bara størri. Men inn vildi bólturin ikki. Meinhard sendi í stólparótina úr vinstru, og eina ferð var verjuspælarin nær við at gera sjálvmál, men aftur var stólpin fyri. Aðrar góðar støður gjørdust bara nær við og næstan, og so var alt arbeiðið til onga nyttu, tá Eiler bríkslaði fyri seinastu ferð.

Tapið ber við sær, at vit duttu eitt pláss aftur á stigatalvuni, og samstundis var hetta væl stðafestingin av, at Víkingur – hóast sín kiksara – hevur beina kós móti at endurvinna meistaraheitið.

07 Vestur-B36 4-3 (3-2)

1-0: John Frederiksen, 18.

1-1: Benjamin Heinesen, 38.

2-1: Holgar Durhuus, 43.

2-2: Erlendur Magnusson, 44.

3-2: John Frederiksen, 45.

3-3: Meinhard E. Olsen, 61-

4-3: John Frederiksen, 86.

 

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Bjarni Petersen, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Gestur B. Dam – Benjamin Heinesen, Meinhard E. Olsen, Lukasz Cieslewicz (Erlendur Magnusson, 34.) – Odmar Færø

 

Ársveitslan 2017

Ársveitslan hjá B36 verður

28 oktober 2017

Keyp atgongumerki til ársveitsluna her :

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

 
  HB - B36

 20.10.17 - kl. 15:15

-----------------

1. deild menn

19.10.17 -  kl. 18:30

 B36 - NSÍ

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Tín meining

Hvør var dagsins maður, B36-KÍ 1-3?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan