Trý trygg stig
Mikudagur, 20. september 2017 20:36

alt

Suðuroyingar hava ofta argað okkum í Gundadali, men í kvøld var eingin ivi, tá vit vunnu tryggan 3-0 sigur

 

Eingin ivi var um, at vit áttu favoritt-leiklutin, tá vit í kvøld tóku móti Suðringum. Gestirnir hava mest sum bjargað sær tilveruna í bestu deildini, og meðan vit framvegis hava nógv at stríðast fyri, var hetta ikki støðan hjá teimum vitjandi.

Frá fyrsta bríksli settu vit okkum eisini á dystin. Álopini skolaðu oman yvir gestamálið, men veruligi opni møguleikin kom sjáldan. Eina ferð endaði vakurt samanspæl við, at Gestur gjørdist púrasta leysur, men temjingin kiksaði, og eina aðru ferð sendi Patrik leysan bólt beint fram við stólparótini.

Hol kom tó á, tá Lukasz var skjótur og við handara stólpa prikaði bóltin inn, eftir at innlegg úr høgru varð longt.

Tað var meira rár hending, at gestirnir veruliga hóttu. Nakrar ferðir góvu vit teimum tó møguleikan, tá uppspælið var heldur sløsut, men Rói tók sær av tí, sum kom, og so hildu vit leiðsluna til hálvleik.

Eftir steðgin var myndin hin sama. Vit lupu kanska ikki líka nógv á, men yvirvágin var stór, og tá Lukasz aftur skoraði – hesa ferð eftir skjóta umstilling – var mest sum leyst og liðugt. Møddu gestirnir framdu hópin av fríspørkum seinasta korterið ella so, og eitt av hesum gagnnýtti Patrik, tá hann sendi kúluna upp um múrin og niður við stólparótina.

Heilt spennandi gjørdist tað ongantíð, men kortini fullu ikki færri enn tvær burturvísingar. Dómarin mundi helst halda, at tann møguleikin varð ov lítið brúktur um vikuskiftið, og so fingu bæði Jákup og ein av hjálparunum hjá gestunum march-ordra, tá dómarin helt at teir leikaðu dekan ov nógv í.

Trý mál og trý stig gjørdust tó endaliga úrtøkan, og tað kunnu vit bara fegnast um. Og vit kunnu eisini fegnast um, at vit sóu Ragnar Samuelsen fáa sínar fyrstu minuttir á besta mansliðnum. Nú eru tað vit, sum eru næst ovastir á talvuni, og hóast fyrimunurin hjá verjandi meistarunum tykist heldur stórur, so fara vit sjálvandi at spæla okkara møguleika, so leingi hann er til staðar.

 

B36-TB/FC Suðuroy/Royn 3-0 (1-0)

1-0: Lukasz Cieslewicz, 23.

2-0: Lukasz Ciesliewicz, 55.

3-0: Patrik Johannesen, 90.

 

B36: Rói Mørk Hentze - Erlendur Magnusson (Høgni Eysturoy, 78.), Odmar Færø, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen (Ragnar Samuelsen, 92.) – Gestur B. Dam (Andrias Eriksen, 71.), Meinhard E. Olsen, Lukasz Cieslewicz – Patrik Johannesen0

Gult kort: Patrik Johannesen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

                                                                                                                                                               

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan