Fult í Fuglafirði
Leygardagur, 16. september 2017 22:40

Okkara menn høvdu ikki minsta trupulleikan av mest sum niðurflutta ÍF. Sigurin kundi lættliga verið nógv størri

 

ÍF hevur í skjótt fleiri mánaðir verið mest sum dømt til niðurflyting. Avrikini á vøllinum hava fyri tað mesta verið undir meðal, og hóast teir hava ressast einstakar ferðir, so vóru vit greiðir favorittar undan dystinum í dag. Ein favoritt-leiklutur, sum ikki gjørdist minni av, at fuglfirðingar máttu vera fýra stuðulsspælarar fyriuttan.

Frá byrjan vóru tað eisini vit, sum stýrdu dystunum. Vit skaptu skjótt nakrar góðar støður, og hesa ferð skuldu vit bara bíða í knappar átta minuttir, áðrenn bólturin var í netinum. Fríspark varð sent innfyri, og onkursvegna fekk Odmar stýrt bóltinum móti málinum, har verjuspælari og málverji mest sum forðaðu hvørjum øðrum, so bólturin í frið og náðum fann vegin til meskarnar.

Næstu løtuna total-domineraðu vit, men tað gekk heldur striltið at fáa mál burturúr. ÍF-málverjin hevði fleiri góðar bjargingar, og tvær ferðir á rað høgdu fyrst Meinhard og síðani Róaldur bóltin á stólparótina.

Ferðir í spælinum hevði eina løtu hug at dala, men seinna partin av fyrra hálvleiki settu vit alt upp á pláss. Fyrst tveitti Alex seg fram og stútaði innlegg úr høgu í netið, og stutt undan steðginum økti Róaldur til 3-0 eftir gott forarbeiði frá Odmar.

Eftir steðgin hildu vit áfram at dominera. Patrik var púrasta blankur fyri opnum máli, tá hann økti til 4-0, og eftir at misnýtt tveir góðar stútarar kundi Erlendur loksins staðfesta til 5-0.

Mált eftir møguleikum kundi leiðslan lættliga verið tvífalt so stór, og tað var ein lítil skeina, tá Alex í seinastu sekundunum gjørdi sjálvmál, men tað mugu vit bara taka við. Týdningarmest var, at stigini vórðu fingin til høldar, og við fimm dystum eftir eru øll útlit fyri, at vit eisini spæla europiskan fótbólt í 2018.

 

ÍF-B36 1-5 (0-3)

0-1: Odmar Færø, 8.

0-2: Alex Mellemgaard, 33.

0-3: Róaldur Jakobsen, 44.

0-4: Patrik Johannesen, 55.

0-5: Erlendur Magnusson, 69.

1-5: sjálvmál, 90.

 

B36: Rói Mørk Hentze – Erlendur Magnusson, Andrias Eriksen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Eli F. Nielsen (Bjarni Petersen, 71.), Róaldur Jakobsen – Benjamin Heinesen, Meinhard E. Olsen (Hugin Samuelsen, 63.), Lukasz Cieslewicz (Gestur B. Dam, 46) – Patrik Johannesen

Gult kort: Benjamin Heinesen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan