Høvdu alt í pottinum
Sunnudagur, 20. august 2017 19:51

alt

Frustratiónin um fyrsta tapið í níggju dystir fekk at enda sinni at kóka yvir, og so gjørdist talan um ordans bummtúr í Sarpugerði

 

Eftir sjey sigrar á rað stóðu vit brádliga í – í ár – óvanda leiklutinum, har vit vóru annar parturin í oddabrakið millum nummar eitt og tvey á stigatalvuni.

Talan gjørdist frá byrjan um intensan dyst, har vertirnir skjótt vístu, at teir væl og virðiliga kundu liva við einum javnleiki. Vøllurin var ikki vætaður undan dystinum, so ilt var at fáa glið á skjóta spælið, sum okkara menn duga betur enn teir flestu, og í deyðbóltsstøðum góvu Víkingarnir sær nakað nógv betri stundir, enn teir vanliga gera á heimavølli.

Saman við eini spæliætlan, har serliga Lukasz og Meinhard skuldu takast hart, virkaði hetta til, at trupult var at fáa nakað flótandi spæl fram, men tað spælið, sum var, stóðu okkara menn fyri.

Vit royndu at søkja málið, og nakrar ferðir komu vit væl ígjøgnum í høgru, har innleggini tó ikki vóru nóg neyv. Víkingarnir hinvegin royndu seg við longum sendingum og umstillingum, tá teir høvdu møguleikan, og onkra tíð var hampuliga vandamikið framman fyri Tórð, men veruliga vandamikið gjørdist tað ikki.

Okkara menn hildu støðugt fast um konseptið, og tíggju minuttir undan steðginum bragdaði. Víkingarnir stútaðu horna útfrá, har Meinhard var fyrstur á returinum. Hann skotfintaði við høgra, og so sveiggjaði hann vinstra-beintið við fullari ferð, og bólturin fór í einum vøkrum boga upp í málhornið.

Eftir steðgin høvdu vit tamarhald á tí mesta, men brádliga stóð 1-1 á talvuni. Vit vóru á veg í álop, tá veritirnir fangaðu bóltin. Sum ikki einaferð sendu teir langt, og hesa ferð var Róaldur somikið óheppin, at hann longdi bóltin í rennibanan hjá einum mest sum leysum Sorin. Erlendur royndi at tackla, tá hann kanska skuldi latið vera, og so var brotsspark.

Tað er vanligt, at málverjar dansa bæði á og uttanfyri linjuna, tá brotsspark verður tikið, men tað er nú nakað langt ífrá altíð, at skjótast skal umaftur av teirri orsøk. Øðin var tí øgilig, tá Lars Müller dømdi nýtt brotsspark, eftir at Tórður hevði bjargað fyrstu royndini frá Hanusi Jacobsen. Sjónbandið vísir, at Tórður traðkaði eitt fet út, men tað er meira enn bara óvanligt, at slíkar støður verða dømdar. Vórðu tær tað, so skulu eini 9 av 10 bjargaðum brotsspørkum takast av nýggjum. Men tað legði Hanus tó líka í, tá hann fekk nýggjan møguleika at javna.

Vit komu tó skjótt aftur á kósina. Fróði ansaði ikki, at Patrik var á veg eftir bóltinum, tá Víkingarnir royndu at rudda, og so sópaði hann beinini undan tvøramanninum hjá okkum. Brotssparkið hamraði Róaldur í netið, og so vóru vit aftur á sigurskós.

Við einum korteri eftir gekk tó galið. Fyrst javnaði Lawal, eftir at Philip hevði drigið seg oman at baklinjuni. Vit høvdu møguleikan til 3-2, tá Patrik hamraði til, men ólukkutíð beint á málverjan, og løtu seinni var bólturin aftur í okkara neti. Aftur kom Philiip ígjøgnum, og hesa ferð var Sølvi fyrstur á returinum.

Aftur høvdu vit dundurskot – hesa ferð frá Meinhard – men aftur beint á málverjan, og so gjørdist niðurtúrurin fullkomin lítla løtu seinni. Tórður var í øðini, tí Sølvi hevði tveitt seg, og so gjørdist trætumálið teirra millum somikið ógvusligt, at kæri linjudómarin aftur veitraði. Hesa ferð fekk Tórður reytt, Víkingur brotsspark og vit vórðu sendir úr oddastríðnum, sum vit annars høvdu strítt okkum fram til.

Irriterandi og beiskt, at vit soleiðis taptu ein dyst, har vit størsta partin av tíðini vóru betra liðið. Men Víkingarnir kunnu hinvegin breggja sær av at vera teir kaldaru, og so høvdu teir hesa ferðina eisini marginalarnar á sínari síðu. Teir telja eisini, hesir tiltiknu marginalar, og tað fáa vit millum lítið og einki gjørt við.

Hinvegin fáa vit gjørt nakað við komandi uppgávuna. Hon verður leygardagin á Tórsvølli, tá vit spæla steypafinalu móti NSÍ. Og tað er aftur ein dystur, sum vit heldur enn fegin vilja koppa til okkara fyrimun.

 

Víkingur-B36 2-4 (0-1)

0-1: Meinhard E. Olsen, 41.

1-1: Hanus Jacobsen (br.), 53.

1-2: Róaldur Jakobsen (br.), 71.

2-2: Adeshina Lawal, 78.

3-2: Sølvi Vatnhamar, 81.

4-2: Fróði Benjaminsen (br.), 87.

 

B36: Tórður Thomsen – Erlendur Magnusson, Andrias Eriksen, Odmar Færø, Gestur B. Dam (Bjarni Petersen, 65.) – Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen – Benjamin Heinesen (Christian R. Mouritsen, 68.), Lukasz Cieslewicz, Meinhard E. Olsen – Patrik Johannesen (Rói Mørk Hentze, 86.)

 

Gult kort: Eli F. Nielsen

Reytt kort: Tórður Thomsen

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan