Oddabrak sunnudagin
Mikudagur, 16. august 2017 21:32

 

 

Sjey sigrar á rað hava sent okkum lúkst í oddastríðið. Vinna vit sunnudagin, eru vit nummar eitt

 

Um onkur á leið hálvan juni hevði verið somikið nasadjarvur at sagt, at vit skuldu spæla oddadyst í august, hevði viðkomandi helst verðið innlagdur alt fyri eitt!

Tað er tó veruleiki, nú vit skrivað hálvan august. Sigurin móit NSÍ var tann sjeyndi á rað, og tá vit sunnudagin spæla í Gøtu, verður vinnarin oddalið – líkamikið, hvussu gongur í øðrum dystum.

NSÍ í dag var ikki tað álopskenda liðið, ið vit vanliga síggja. Skaðar hjá lyklaspælarum og helst eisini góða gongdin hjá okkum høvdu fingið Anders Gerber at leggja eina sera verjukenda ætlan, har tað fyrst og fremst ráddi um at halda okkum frá málinum.

Undan steðginum var talan um einvíst trýst fra okkara síðu. Vit høvdu bóltin eini 80% av tíðini, og vit skaptu eisini nógvar góðar støður, uttan at avgerandi møguleikin tó spurdist burturúr.

Vespurnar vóru ikki heilt vandaleysar í sínum kontra-atsóknum, og serliga ta einu ferðina var vandi á ferð, men í felag fingu Róaldur og Tórður byrgt fyri einum órættvísum máli til gestirnar.

Runavíkingar vardu fyrst og fremst, og gert tú tað í 90 minuttir, so er vandin, at onkur tilvildarlig støða kostar, og tað var júst tað, sum hendi tíðliga í seinna hálvleiki.

Símun Rógvi hevur verið NSÍ drúgvur í ár, og hann hevði eisini eina framúr bjarging til horna, tá Christian royndi seg úr 14 metrum. Men tá sami Christian sendi horna innfyri, endaði bólturin í netinum. Flestu okkara mundu annars halda, at Símun Rógvin hevði tamarhald á, men onkursvegna nevaði hann bóltin í síðunetið, og so høvdu vit málið, sum vit so leingi høvdu leitað eftir.

Hetta noyddi gestirnar nakað fram, og vit komu eina løtu undir eitt ávíst trýst. Hinvegin vistu eisini, at hetta fór at geva okkum møguleikar, og hesir komu eisini. Patrik slapp at renna kapp við NSÍ-verjuna, og einsamallur við málverjanum var tvøramaðurin ískaldur og lyfti leðurkúluna upp um málverjan og í netið.

So var at kalla leyst og liðugt. NSÍ royndi at tveita fólk fram, men tá Klæmint ta einu ferðina stúraði framúr væl, hevði Tórður eina minst líka so framúrskarandi bjarging, og tað var líkasum tað.

Sjeyndi sigurin á rað er veruleiki, og nú kunnu vit bara gleða okkum og vóna, at tann áttandi eisini verður veruleiki um fýra dagar.

 

B36-NSÍ 2-0 (0-0)

1-0: sjálvmál, 48.

2-0: Patrik Johannesen, 80.

 

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy (Erlendur Magnusson, 60.), Andrias Eriksen, Odmar Færø, Aæex Mellemgaard – Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen – Christian R. Mouritsen (Benjamin Heinesen, 67.), Lukasz Cieslewicz (Magnus H. Jacobsen, 80.), Magnus E. Olsen – Patrik Johannesen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

  
  B36 - TB/FCS/Royn

 20.09.17 - kl. 18:00

-----------------

1. deild menn

19.09.17 -  kl.19:30

 KÍ - B36

-----------------

1. deild kvinnur

24.09.17 - kl.

EBS/Skála - B36

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør vinnur, B36-Suðringar?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan