Trý stig um fjørðin
Sunnudagur, 13. august 2017 09:35

(mynd: Jan Smedemark, tb.fo)

Talan var um arbeiðsavrik, tá okkara menn í gjár togaðu trý stig við sær um Suðuroyarfjørð

 

Minnini frá vøllinum við Stórá vóru ikki tey bestu. Fyrr í ár høvdu vit mist at síggja til tryggan sigur á stokkinum, tá vit vitjaðu suðuroyingar, men hesa ferð megnaðu vit tíbetur at halda fast.

Tað var B36, sum var spælstýrandi at kalla allan fyrra hálvleik, og tað gingu heldur ikki meira enn fáir minuttir, áðrenn Patrik hevði lagt okkum á odda[JM1] . Hetta, tá hann avgjørdur sendi bóltin í netið, eftir at langt innkast varð longt móti handara stólpa.

Undan steðginum høvdu vit eisini fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, og træverkið hjá vertunum var heldur illa viðtikið, tá farið varð til hálvleiks.

Beint eftir steðgin var eisini nær við, at Róaldur økti, men spakuliga komu vertirnir meira við í dystin. Teir høvdu eisini bóltin nógv, meðan vit lúrdu eftir umstillingunum, men tað eydnaðist teimum sjáldan at koma til nakran nevniverdan møguleika. Ikki minst tí okkara lið megnaði sera væl at standa ímóti trýstinum, og tá vertirnir ofta royndu seg við longum sendingum inn í feltið, var onkur av okkara miðverjum altíð á rætta staðnum, so vandi ikki stóðst av hesum.

Talan gjørdist at enda um uppibornan sigur. Hóast hann kanska ikki var eyðkendur við nøkrum flótandi álopsspæli, so telja tey trý stigini júst líka nógv, sum allir aðrir sigrar gera, og hugaligt er eisini at síggja, hvussu sigrar av og á verða stríddir heim, tá umstøðurnar gera tað trupult at spæla sjampanju-fótbólt.

 

Suðringar-B36 0-1 (0-1)

0-1: Patrik Johannesen, 8.

 

B36: Tórður Thomsen – Erlendur Magnusson, Andrias Eriksen, Odmar Færø, Gestur B. Dam (Alex Mellemgaard, 73.)– Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen, Meinhardt E. Olsen, Lukasz Cieslewicz, Christian R. Mouritsen (Benjamin Heinesen, 73.) – Patrik Johannesen

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Betrideildin, menn

Argir

    
    fríggjadagin 22. juni kl 18:00

  -----------------

2. deild menn

 B36 - 07 Vestur - leygard. 23.06 kl. 19:00

  -----------------

U21 dreingir

EB/Str - B36 - mánad 25.06 kl. 19:45

-----------------

Betri deildin kvinnur

B36 - EBstr/Skála - sunnud. 24.06 kl. 14:00

 

Støðan í Betri-deildini

Gjald limagjaldið 2018 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður, HB-B36 2-1?
 

Leinkir

Keyp B36 bókina her :

 

Intersport Summar Cup 2018

 

B36 á Facebook og Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan