Fimti sigurin á rað
Sunnudagur, 06. august 2017 18:00

Vit hava hug at krøkja okkum í oddastríðið við 5-2-sigri ímóti ÍF í fagrasta veðri

 

Sólin skein av heiðum himni og tað kendist sum at vera í einum potti, nú tann lívgandi Gundadalur í dag legði graslíki undir dystin ímóti tí avgjørda botnliðnum í Effodeildini, ÍF. Óansæð mótstøðu, so snúði tað seg fyri okkara viðkomandi um at halda fast í góðu gongdini, har vit við fýra sigrum á rað hava otað okkum nærri oddinum og innast inni øll mundu hava sama kravið til dagsins dyst: ein sigur, tann fimta á rað!

 

Dysturin byrjaði nakað sum tann á ólavsøku. Tað tóktist alt at vera nakað trekt at byrja við, og tað gjørdi tað ikki frægari, at ÍF legði seg sera aftarliga og at tann turri vøllurin ikki beinleiðis bjóðaði inn til gott fótbóltsspæl. B36-liðið var eisini nakað øðrvísi í dag, nú Lukasz Cieslewicz sat uttanfyri við leikbanni, Gestur B. Dam og Hannes Agnarsson stríðast við skaða og drúgvir menn sum Eli F. Nielsen og Erlendur Magnusson vórðu frítiknir frá uppgávu og fyri eina løtu fingu sess á bonkinum í dag.

 

Okkara menn royndu tó. Vit høvdu eina greiða ætlan – vit høvdu bóltin og myndaðu dystin – og við tolsemi skuldi tað nokk gleppa. Tað er tað, sum er mest umráðandi, og tað var tað, sum skuldi vísa seg at vera mest avgerandi. Heldur ólíkt okkum var tað ein deyðbóltsstøða, sum fekk sett hol á tað, sum skuldi vísa seg at blíva ein málveitsla. Róaldur Jakobsen sendi eitt fríspark beinleiðis í netið úr 20 metrum – so lúrin sum hann er, plaseraði hann bóltin í somu síðu har málmaðurin stóð – hann snýtti hann so ruddiliga, og so kundu vit fara til hálvleiks á odda 1-0.

 

Tað var ikki júst kenslan av tryggari leiðslu, sum vit høvdu tá ið vit skonktu okkum kaffi í hálvleikssteðginum, so til seinna hálvleik sótu vit framvegis uttarliga á setrunum og ynsktu at blása til álops og fáa fleiri mál. Tíbetur fyri okkum, so høvdu leikarar okkara somu ætlan – tað gjørdist fyrstu løtuna av seinna hálvleiki til eitt ódnarveður ímóti ÍF-málinum, og eftir eina tríggjar risa møguleikar bragdaði loksins í 57. minutti, tá ið nýlingur okkara, Meinhard E. Olsen – stutt eftir at hava misnýtt ein upplagdan møguleika – var fyrstur á einum returbólti og økti til 2-0. Forloysandi fyri okkum øll – áskoðarar, liðið og ikki minst Meinhard sjálvan.

 

Nú settu vit ferð á. Einans fýra minuttir seinni løgdu vit okkum á odda 3-0. Frálíkt uppspæl í vinstru endaði við einum ikki minni frálíkum skoti frá afturvenda Høgna Eysturoy, sum plaseraði bóltin ytst út við handaru stong.

 

Loksins kendu vit okkum rímiliga trygg, men tað var betri ógjørt, tí einans tveir minuttir seinni minkaði ÍF um munin til 3-1. Kristoffur Jakobsen smekkaði til ein tilvildarligan útfrá-bólt, og við allar fyrsta skotinum funnu gestirnir vegin til málið og tvingaðu okkum í aftur arbeiðshandskarnar at fáa sigurin í hús.

 

Tíbetur gingu ikki nógvir minuttir til næsta málið, sum var ein sonn gáva frá ÍF-verjuni. Vit komu ímillum, og Patrik Johannesen fekk prikað bóltin seinasta pettið inn um málstrikuna til 4-1. Tveir minuttir fyri leiklok var hann aftur á blettinum, tá ið hann var fyrstur á einum bólti, sum ÍF-málverjin, Henrik Jensen, annars hevði bjargað eftir brotsspark frá Róaldi Jakobsen. Eingin ÍF-leikari hevði hug at royna eftir einum møguligum returbólti, og Patrik fekk fulla løn fyri at royna – og yvirhøvur at tíma – eftir bóltinum. 5-1 til okkara!

 

Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, sveik konsentratiónin eitt lítið bil, og tað kastaði enn eitt ÍF-mál av sær. Heldur óneyðugt var tað, men ÍF skal hava rós fyri at taka av møguleikunum. Hesaferð var tað Niels Pauli B. Danielsen, sum skeyt bóltin í málið.

 

Talan var ongantíð um nakran sjampanjufótbólt, men at vinna ein slíkan tryggan 5-2-sigur uttan at bergtaka nakran, tað má – alt eftir hvussu eyga sær – vitna um styrki á okkara liði ella manglandi tað sama hjá ÍF-liðnum.

 

Hetta var fimti sigurin hjá okkum á rað, og tað er einki at taka seg aftur í, at vit í løtuni hava lotið undan. Vit njóta veðrið og góðu gongdina eina løtu, men í morgin er aftur arbeiðsdagur, og tað er ógvuliga umráðandi, at vit hava høvdið rætt skrúvað á og taka hvørja einastu uppgávu í størsta álvara. Tann næsta trupla uppgávan verður longu komandi leygardag, tá ið vit fara at vitja háborgina hjá teimum hart stríðandi suðuroyingunum í TB/FCS/Royn við Stórá í Trongisvági.

 

B36 – ÍF 5-2 (1-0)

1-0: Róaldur Jakobsen, 34.

2-0: Meinhard E. Olsen, 57.

3-0: Høgni Eysturoy, 61.

3-1: Kristoffur Jakobsen, 65.

4-1:Patrik Johannesen, 69.

5-1: Patrik Johannesen, 87.

5-2: Niels Pauli B. Danielsen, 91.

 

Liðið í dag: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy (74. Hugin Samuelsen), Odmar Færø, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Benjamin Heinesen (46. Eli F. Nielsen), Róaldur Jakobsen, Magnus Holm Jacobsen, Meinhard E. Olsen (77. Gilli Samuelsen) – Christian R. Mouritsen – Patrik Johannesen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

      

Víkingur - B36

í Sarpugerði, 20.08.17 - kl. 15:00

-----------------

1. deild menn

19.08.17 -  kl. 15:00

 Suðuroyingar - B36

-----------------

1. deild kvinnur

20.08.17 - kl. 12:15

B36 - HB

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør vinnur, Víkingur-B36?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan