Tolið stóð sína roynd
Sunnudagur, 23. Juli 2017 17:50

alt

Tað stóð nógv á – beistaktiga nógv! Men við tveimum málum á deyðastráð megnaðu vit at toga ein sigur heim móti treystu skálamonnunum

 

 

Dagsins citat fekk fleiri at smílast í neyðini, sum var størsta partin av seinna hálvleiki.

“Kom nú Skála. Ikki detta niður í tempo”, varð rópt úti á vøllinum. Veruleikin var, at høvuðsinnihaldið í uppskriftini hjá Skála var, at ferðin skuldi takast úr dystinum.

Fyrsta stóra korterið tóktist hetta annars ikki at nerva okkara menn. Ferðin varð hildin, hóast gestirnir royndu at brúka hvørja einastu deyðbóltsstøðu til at fáa luftina aftur. Veruligar møguleikar høvdu vit kanska ikki, men í nógvum førum komu vit í góðar støður. Lukasz hevði vandamikið skot eftir bara 17 sekundum, og einar 2-3 ferðirnar kom kropsskinnið á onkrum orangelittum fyri, tá skot varð latið av.

Vandamestu royndina fingu vit helst, tá Hannis vann bóltin, men ólukkutíð valdi Patrik at spæla til Lukasz, tá verjuspælari longu hevði tveitt seg, og á tann hátt fekk ruddað burtur.

Og beint fyri steðgin hendi so tað, sum ikki mátti henda. Talan var ikki um nakra vandamikla umstilling, tá Skála sendi bóltin inn úr vinstru. Tórður átti helst at farið út, og í øðrum lagi skuldi Odmar helst skallað út til horna, ístaðin fyri at stúta inn aftur í feltið. Bólturin ferðaðist høvd av høvdið, og at enda datt hann til Mamuka, sum heilfluktaði upp undir tvørtræið og beint inn um strikuna.

Hetta var ein ordans pøs at fáa undan steðginum, tí veruleikin var, at vit høvdu eini 80-85% av posession.

Tann gongdin helt fram eftir steðgin. Um nakað, so tók Skála seg nú longur aftur á vøllin, og trýstið frá okkum gjørdist enn meira massivt. Men bussurin tóktist væl og virðiliga parkeraður. Pætur Dam Jacobsen var ein bjørn í miðverjuni hjá gestunum, og hóast vit ofta komu út um kantin, var altíð onkur fyri, tá roynast skuldi móti málinum.

Trýstið vaks, og Jákup framdi tríggjar offensivar innskiftingar, sum avgjørt bara skumpaðu undir trýstið. Men tað tóktist allan vegin, sum skuldi Skála koma ígjøgnum stormin við trimum stigum á kontini.

Bara fá sekund vóru eftir til teir 90 minuttirnar, tá tað loksins bragdaði. Patrik tók innkast, og tá bólturin kom útfra, sendi sami Patrik aftur innfyri. Bólturin dansaði aftur og fram, og so fekk Bjarni onkursvegna skovlað útjavnandi málið inn.

Og sum um tað ikki var nóg mikið, gingu ikki meira enn 30-40 sekund, áðrenn bólturin aftur var í Skála-málinum.

Aftur var Patrik í leiklutinum sum uppleggjari, tá hann úr vinstru sendi innfyri, og so stýrdi Benjamin innlegginum í meskarnar til ovurstóra frøi fyri okkum øll.

Tað var enntá um reppið, at Skála javnaði løtu seinni, men hóast álopsspælarin datt í rennisdysti við Bjarna og Odmar, so tagdi dómarafloytan – sum rætt var.

Trý hart vunnin stig á okkara konto, og so kunnu vit fegnast um, at seinna hálva er skotin væl ígongd. Nú er setningurin at halda fast í momentinum, so vit aftur kunnu ota okkum nakað upp móti heiðursmerkjaplássunum.

 

B36-Skála 2-1 (0-1)

0-1: Mamuka

1-1: Bjarni Petersen, 90.

2-1: Benjamin Heinesen, 90+

 

B36: Tórður Thomsen – Erlendur Magnusson, Bjarni Petersen, Odmar Færø, Gestur B. Dam (Alex Mellemgaard, 57.) – Eli F. Nielsen (Christian R. Mouritsen, 65.), Róaldur Jakobsen – Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz, Hannes Agnarsson (Meinhard E. Olsen, 57.) – Patrik Johannesen

Gult kort: Lukasz Cieslewicz, Patrik Johannesen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

      

Víkingur - B36

í Sarpugerði, 20.08.17 - kl. 15:00

-----------------

1. deild menn

19.08.17 -  kl. 15:00

 Suðuroyingar - B36

-----------------

1. deild kvinnur

20.08.17 - kl. 12:15

B36 - HB

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør vinnur, Víkingur-B36?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan