Næstan - men ikki nokk
Hósdagur, 06. Juli 2017 21:35

Vit vóru bert eitt mál frá longdari leiktíð, og vit høvdu trýstið – men átta minuttir fyri tíð varð luftin tikin úr ballónini

 

Tað skuldi heldur ikki verða hesaferð, at vit komu víðari í europiskum fótbólti. Eftir 2-1 tap á útivølli móti Nomme Kalju høvdu vit annars eitt rímiligt útgangsstøði undan dystinum í kvøld.

Fyrstu løtuna løgdu vit eisini bragdliga fyri. Spælið varð trýst niðan móti mótstøðuhálvuni, og einar tvær ferðir var eisini heilt nær við. Ikki minst tá Benjamin var fyrstur á leysum bólti, men málverjin hjá mótstøðuni kom væl út at blokera.

Eina ferð hóttu estisku mótstøðumenninir nakað, men fyrstu ferð teir veruliga høvdu møguleikan, skoraðu teir eisini. Langur bóltur niðan í høgra borð endaði við, at bólturin varð sendur móti nærmasta stólpa, og so fekk Liliu akkurát stýrt bóltinum inn um nærmasta stólpa.

Hetta punkteraði okkum nakað, og eftir hetta høvdu sjáldan veruligt trýst undan steðginum. Eina ferð kom Lukasz tó í góða støðu, men tað eydnaðist málverjanum at jústa bóltin út til horna.

Eftir steðgin var um reppið, at dysturin varð punkteraður. Horna varð sent innfyri, men Tórður var sum ein køttur uppi í horninum, so bólturin varð stýrdur á tvørtræið og út.

Og so settu vit okkum annars á dystin. Mótstøðan hevði heilt greitt lisið uppá, soleiðis at teir fyrst og fremst royndu at steðga Lukasz og Róaldi, men tað vóru nú ikki bara teir, sum dugdu at hótta. Hannis var sjónligur allan dystin, og tá mótstøðumenninir ta einu ferðina lótu Benjamin føra bóltin niðan, bragdaði hjá okkum. Benjamin dróg móti brotsteigarmarkinum, og so gjørdi hann ikki mætari enn at knalla bóltin flatt í hornið.

Næsu góðu løtuna høvdu vit veruliga moment. Eitt mál mest sum lá í luftini, men tað kom ikki, hóast fleiri spentar støður vóru í brotsteiginum.

Spakuliga fótaði mótstøðan sær, men seinastu 10 minuttirnar byrjaðu vit aftur at trýsta. Estlendingarnir tóktust mest áhugaðir í at fáa tíðina at ganga, og tað var sjónligt, at teir ikki trivust nakað serliga væl. Men tá einir fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, fingu teir sín gylta møguleika.

Tað kann væl altíð diskuterast, nær ein málverja skal niðan fyri at skapa órógv við deyðbóltsstøðu, og vit kunnu í øllum førum staðfesta, at hesa ferð var tað betri ógjørt.

Tórður var annars nær við at stýra bóltinum í mál, men ístaðin fingu vit ein frammaná. Tað eydnaðist nevnliga mótstøðuni at kontra, og so gjørdist tøgn í Gundadali, tá Valikaev kundi rulla bóltin í tóma málið.

Snøgt sagt nakað lort. Sjálvandi var tíðin um at renna undan, men veruleikin var eisini, at vit høvdu momentum hesa løtuna, og tað var á ongan hátt óhugsandi, at vit kundu skjóta næsta máliå, sum hevði noytt eftirhondini moyru mótstøðumenninar út í longda leiktíð.

Øðrvísi fær tað tó ikki verið. Heldur ikki hesa ferð eydnaðist at spæla okkum víðari í europiskum fótbólti, og ístaðin sleppa spælararnir eina viku í summarfrí. Eftir hetta er avbjóðingin at tryggja sær europiska luttøku aftur í 2018.

 

B36-Nomma Kalju 1-2 (0-1)

Nomma Kalju víðari við samanlagt 4-2

0-1: Liliu, 18.

1-1: Benjamin Heinesen, 52.

1-2: Valikaev, 88.

 

B36: Tórður Thomsen – Erlendur Magnussen (Bjarni Petersen, 87.), Andrias Eriksen, Odmar Færø, Gestur B. Dam (Alex Mellemgaard, 65.)– Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen – Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz, Hannes Agnarsson (Christian R. Mouritsen, 77.)– Patrik Johannesen

Gult kort: Andrias Eriksen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

      

Víkingur - B36

í Sarpugerði, 20.08.17 - kl. 15:00

-----------------

1. deild menn

19.08.17 -  kl. 15:00

 Suðuroyingar - B36

-----------------

1. deild kvinnur

20.08.17 - kl. 12:15

B36 - HB

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður, B36-NSÍ 2-0?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan