So stendur seinna slagið
Hósdagur, 06. Juli 2017 06:37

Nomme Kalju vann fyrru uppgerðina 2-1. Tí er alt víðopið undan seinna Europa League-dystinum, sum í kvøld verður spældur í Gundadali

 

Tað var eitt heilt ok úrslit, sum vit fingu við okkum úr Estlandi fyri viku síðani. Ikki minst hevði tað týdning, at vit fingu skorað á útivølli, tí tað gevur okkum møguleika at spæla við eitt lítið sindur hægri risiko. Sjálvandi er tað ikki ynskiligt, at mótstøðan skorar, men tað er ikki longur nøkur vanlukka, um so er.

Í Estlandi sóu vit eitt mótstøðulið, sum dámar væl at leypa á yvir kantarnar, og tað er einki at ivast í, at hetta eisini verður teirra uppskrift hesaferð. Men samstundis vita vit, at vøllurin í Gundadali ikki er eins breiður, sum hann var í Tallin, og tað kann væl verða ein fyrimunur hjá okkum.

Til dystin í dag hevur Jákup somu menn tøkar, sum spældu í Estlandi. So er spurningurin, um uppstillingin verður tann sama, ella um nakrar smávegis justeringar verða gjørdar.

Dysturin byrjar klokkan 19 í kvøld. Gevið gætur, at inngongdirnar í Gundadali eru nakað broyttar til dystin. Nærri kunning um hetta sæst á http://b36.fo/the-news/felagstieindi/1921-praktisk-kunning.html.

Og komið so annars øll í Gundadal at stuðla okkara monnum. Rennið dreingir!

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan