Hava alt at spæla fyri
Hósdagur, 29. juni 2017 18:38

alt

Við 2-1 tapi og einum týðandi útivallarmáli í skjáttuni hava vit framvegis hampuligan møguleika at spæla okkum víðari. Men eitt sindur av neyvleika hevði givið okkum tað heilt stóra úrslitið

 

Uppgávan var hampuliga stór, tá vit í kvøld spældu móti estiska Nomme Kolja. Talan var um fyrru europisku uppgerðina, og tí vistu vit fullvæl, at tað fyrst og fremst ráddi um at fáa eitt hampuligt úrslit, so vit framvegis hava alt at spæla fyri í returuppgerðini.

Og tann setningurin varð greiddur. Undan dystinum hevði Jákup á Borg sagt, at vit væl kundu rokna við at koma undir trýst frá vertunum, og hetta vísti seg eisini at halda.

Støðugt royndi heimaliðið at spæla upp eftir kantunum, so innlegg kundu sendast í høvdið á vælvaksnu álopsspælarunum, og Bjarni og Andrias fingu seg alt fyri eitt royndar.

Tað gingu ikki heldur ikki nógvir minuttir, fyrr enn bólturin var í okkara neti. Heldur enn at halda linjuna við frísparksinnleggi, bakkaðu vit inn i brotsteigin, og so kom Tjapkin rennandi aftanífrá og stútaði í netið.

Hetta gav heimaliðnum betri frið yvir spælið, og leingi tóktust vit hava ilt við at fóta okkum. Ta einu ferðina mundi eitt hornaspark blivið heilt vandamikið, men í aðrar mátar skuldi Tórður ikki taka sær av so heilt nógvum.

Spakuliga fingu vit eisini hótt mótstøðumálið, men nærri enn einum vandamiklum hornasparksinnleggi komu vit tó ikki.

Tað gekk tó ikki long tíð eftir steðgin, fyrr enn vit javnaðu. Lukasz og Gestur stóðu fyri uppspælinum, og tá Gestur sendi inn til Patrik, var suðuroyingurin knappur at snara sær og sparka bóltin inn við stólparótina.

Fagnaðurin var stórur, og tað gav okkum bara enn meira trúgv uppá, at hetta kundi lata seg gera. Tað var ein smeitur, at Odmar noyddist av vøllinum tíðliga í seinna hálvleiki, men við at umskipa liðið nakað, slapst undan alt ov stórari órógv av hesum.

Og so var tað, at vit høvdu tan heilt stóra møguleikan. Verjuspælari hjá vertunum gleið, og so slapp Hannes fullkomuliga einsamallur móti málinum. Ólukkutíð varð skotið sent skeivu megin stólpan, og so hendi ístaðin tað, sum ikki skuldi henda.

Hesa ferð var uppspælið í vinstru, og í málteiginum fekk Dmitriev stungið høvdið upp og stýrt í netið. Eli vildi hava fríspark í støðuni, men dómarin læt ikki við seg koma, og so máttu vit ásanna, at vit neyvan fingu stig við heim.

Nøkur vandamikil innlegg komu afturat, men Tórður og verjan fingu í felag hildið hesum burtur. Ístaðin fingu vit ein seinasta kontramøguleika, tá Lukasz bjóðaði av, men verjuspælarin var skjótur at toga okkara mann niður, so hann fekk gult og vit mistu møguleikan.

Alt í alt var talan um mótstøðu, sum í løtum legði eitt gott trýst á okkum. Men tað var ikki verri enn so, at vit avgjørt hava okkara møguleika at spæla fyri, tá retur-uppgerðin er á skránni um eina viku. Og ikki minst er útivallarmálið ein hugalig staðfesting, sum ger okkara fortreytir nakað betri.

 

 

Nomme Kalju-B36 2-1 (1-0

1-0: Tjapkin, 13.

1-1: Patrik Johannesen, 49.

2-1: Dmitrijev, 79.

 

B36: Tórður Thomsen – Erlendur Magnusson, Bjarni Petersen, Andrias Eriksen, Gestur B. Dam – Odmar Færø (Hannes Agnarsson, 58.), Eli Falkvard Nielsen – Benjamin Heinesen (Christian R. Mouritsen, 75.), Róaldur Jakobsen, Patrik Johannesen – Lukasz Cieslewicz

Gult kort: Róaldur Jakobsen, Gestur Bogason Dam, Benjamin Heinesen

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

     

B36 - Skála

í Gundadali, sunnudagin 23.07.17 - kl. 15:00

-----------------

1. deild menn

22.07.17 -  kl.

Víkingur - B36

-----------------

1. deild kvinnur

Í Gundadali 06.08.17 -  kl.

HB - B36

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør vinnur, B36-Skála?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan