Koma undir trýst
Hósdagur, 29. juni 2017 14:57

Jákup á Borg og Fróði Clementsen hava júst havt taktik-fund við spælarum sínum. Boðini eru, at estiska mótstøðan fer at koma við nógvari ferð, men teir ivast ikki í, at vit eisini koma til møguleikar

 

Ferðalagið hjá B36 í Tallin skal í kvøld á vøllin at spæla fyrru europisku uppgerðina móti Nomme Kalju.

Farið varð til Estlands mánadagin, og síðani hava spælarar og venjarar fyrireikað seg til dystin, og teir lata væl at umstøðunum.

- Vit hava havt nakrar fínar dagar her yviri. Veðrið er framúr, og hóast tað er nakað heitt, so vænti eg ikki, at hetta nervar okkum til sjálvan dystin, tí stadion sjálvt skuggar somikið fyri sólini, sigur Jákup á Borg.

Saman við Fróða Clementsen hevur hann nú lagt seinastu hond á fyrireikingarar til dystin, og liðið verður nakað umskipað í mun til tað, sum vit hava verið von við at síggja.

Tórður verður í málinum, og á bakkunum verða Erlendur og Gestur, soleiðis sum vit hava sæð tað tær seinastu ferðirnar. Miðverjan verður hesa ferð mannað við Bjarna og Andrias, meðan Odmar fer upp á sentrala miðvøllin at stuðla Eli.

- Hetta hava vit valt, tí vit helst koma undir eitt hampuligt trýst. Og við Eli og Odmar sentralt á miðvøllinum hava vit helst størri fysiska orku til at taka trýstið av miðverjuni, sigur Jákup á Borg.

Framman fyri teir báðar verður Róaldur, meðan Patrik og Benjamin sulu røkja kantarnar. Lukasz verður so heilt frammi á toppinum hesaferð.

- Soleiðis sum vit hava sæð mótstøðuliðið, so dámar teimum væl at leypa á við nógvum fólki. Tað ger hinvegin eisini, at vit heilt víst koma at hava møguleikar til umstillingar. Við monnum sum Hannis, Christian, Alex og Magnus á beinkinum hava vit eisini góðar møguleikar at skifta inn, so vit hava avgjørt vónir um eitt gott úrslit í kvøld, sigur Jákup á Borg.

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

  
  07 Vestur - B36

 24.09.17 - kl.

-----------------

1. deild menn

23.09.17 -  kl.17:00

 B36 - Víkingur

-----------------

1. deild kvinnur

24.09.17 - kl. 13:30

EBS/Skála - B36

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður, B36-Suðringar 3-0?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan