Trý stig í brotasjógvi
Fríggjadagur, 23. juni 2017 23:05

Tað leikaði hart á – bæði á vøllinum og hjá veðurgudunum. Men vit fóru í stríðshamin, og so vunnu vit trý kærkomin stig

 

Vit vóru favorittar, tá vit í dag fóru á vøllin við Margáir, har eitt vónandi gott punktum skuldi setast fyri fyrru kappingarhálvu.

Fyrr í ár hevur EB/Streymur argað okkum á sama vølli, og fyrstu lítlu løtuna sást á øllum brøgdum, at tann søgan skuldi ikki endurtaka seg.

Men tað stóð tó rættiliga tíðliga greitt, at í mun til fyrra dystin millum liðini, so høvdu heimamenninir ongar ætlanir um at grava seg niður hesaferð. Teir royndu støðugt at flyta spælið yvir á okkara hálvu, og hóast tað gav onkrar vandamiklar støður, so gav tað eisin okkum pláss at spæla skjóta spælið, sum vísti seg at rigga so væl í Klaksvík.

Heilt so væl riggaði tað ikki hesaferð, men møguleikar komu tó. Ta einu ferðina spældu Lukasz og Erlendur væl ígjøgnum, men Lukasz sendi tó beint við síðurnar av. Og tá sami Lukasz løtu seinni kom at baklinjuni, ferðaðist bólturin í ongamanalandi fram við málinum.

Hol kom tó á, tá hálvleikurin var gott og væl hálvrunnin. Kiks í EB/Streymaverjuni setti Patrik í góða støðu. Hann spældi til Lukasz, sum aftur fann Erlend, og so vísti høgri bakkurin enn einaferð máltev. Dróg inn um verjuspælaran, áðrenn vinstra beinið varð latið av, og so stóð 0-1.

Heimamenninir hildu tó á fram við ágangandi spæliætlan síni. Nakrar góðar støður vórðu skaptar, har tað bert restaði neyvleikin í seinastu seinastu sendingini, og einar tvær ferðir var nær við eftir horna.

Hinvegin áttu vit eisini okkara kontrastøður, og við eitt sindur av neyvleika kundu vit revsað heimaliðið og at kalla lukkað dystin.

Hetta hendi tó ikki. Einamest tí vit ofta vóru heldur ótryggir á bóltinum, og tá veðurgudarnir seinastu løtuna undan steðginum loystu av, gjørdist spælið alt meira tilvildarligt.

Líkindini at spæla høvdu annars verið góð, men seinastu løtuna undan steðginum – og allan seinna hálvleik – var hetta fullkomuliga broytt.

Helst hevði heimaliðið lisið uppá veðurforsøgnina, og í øllum førum høvdu teir valt rætt, tá teir við dystarbyrjan valdu at býta um hálvu. Til tíðir var talan um kolandi mótvind, og eisini kom okkurt heglingsæl ímóti okkum eftir steðgin.

Hetta saman við tepru leiðsluni tóktist skapa órógv á liðnum, og í einar 20 minuttir ella so spældu vit at kalla ikki fótbólt.

Tað kostaði eisini, tá farast skuldi um heila tíman. Eftir hornasparksstøðu mistu vit enn einaferð í uppspælinum. Kanska átti Lukasz fríspark í støðuni, men dómarin læt ikki við seg koma, og so setti Brian Olsen bóltin í netið, tá hann fekk møguleikan eitt sindur í vinstru.

Fleiri kring vøllin óttaðust tað ringasta, og tað var eisini ein smeitur, tá Philip mátti út við nøkrum, sum líktist einum lærskaða.

Men vit fullu tó ikki í fátt. Spakuliga arbeiddu vit okkum aftur í dystin, og vandamiklu atsóknirnar gjørdust fleiri í tali. Eina ferð hevði ein hart arbeiðandi Patrik eisini bóltin í netinum, men tann støðan varð dømd sum rangstøða.

Góðu støðurnar gjørdust fleiri, og lítið korter fyri leiklok brast fyri nev. Patrik vann enn einaferð tvídyst um leysan bólt á brotsteigarmarkinum. Skotroyndin varð blokerað, men so var Gestur skjótur á, og umvegis tvørtræið sendi hann returin í netið.

Eina løtu argaði til tíðir nógvi vindurin aftur, og vit vórðu heldur kroystir næstu minuttirnar. Einar tvær heilt vandamiklar hornasparksstøður vóru eisini, men saman við stólpanum fingu Tórður og verjan vart fyri hesum, og eins væl kundu vit nú økt leiðsluna.

Spenningurin helt sær til seinasta bríksl, men tað eydnaðist hesa ferð at halda fast um tepru leiðsluna. Saman við øðrum úrslitum leiddi hetta okkum eitt fet upp á talvuni, og standa europiskar avbjóðingar fyri framman, áðrenn vit aftur royna at toga okkum enn longur fram á stigatalvuni, har oddafiskarnir tykjast svimja undan restini.

 

EB/Streymur-B36 1-2 (0-1)

0-1: Erlendur Magnusson, 25.

1-1: Brian Olsen, 60.

1-2: Gestur B. Dam, 78.

 

B36: Tórður Thomsen – Erlendur Magnusson, Bjarni Petersen, Odmar Færø, Gestur B. Dam – Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen – Benjamin Heinesen (Christian R. Mouritsen, 57.), Lukasz Cieslewicz, Philip Lund (Magnus H. Jacobsen, 63.) – Patrik Johannesen (Alex Mellemgaard, 87.)

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan