Tá alt riggar
Brúkarameting: / 4
VánaligBest 

Okkara menn vóru mest sum óhugnaliga effektivir, tá KÍ í dag fekk eina fótbóltslektión í skjótum spæli

 

Við Djúpimýru í Klaksvík hava vit sum oftast fingið góð úrslit við heimaftur. Tí vóru vónirnar um stig ikki heilt ongar, tá vit í dag ferðaðust norður, hóast KÍ á stigatalvuni er runnið nakað væl frá okkum.

Men at talan skuldi gerast um ein lammeterandi 5-1 sigur á bláu FM-biðlunum hevði sjálvt tann mest bjartskygni fjepparin neyvan roknað við, og ivaleyst verður veddingarpotturin hjá floksmonnunum standandi til næstu ferð. Tí hetta úrslitið hevði helst eingin kollgitt.

Byrjanin av dystinum var kanska heldur varislig frá báðum pørtum, og talan gjørdist ikki um tær nógvu spentu støðurnar fyrstu løtuna. Men tá vit fyrstu ferð veruliga nærkaðust málinum, kom hol á. Róaldur sendi frísparksbólt innfyri úr høgru, og so kundi ein merkiliga leysur Odmar stúta bóltin niður og svørðin og inn um stólpan.

Frøin var stór, og úti á vøllinum tóktist málið bara styrkja um sjálvsálitið hjá okkara monnum. Hóast vertirnir royndu at trýsta, so eydnaðist alla tíðina okkara verju at lesa spælið av. Varð spælt mitt fyri, áttu Odmar og Bjarni mest sum alt, og úti á bakkunum vóru Erlendur og Gestur alla tíðina til reiðar at renna upp, tá teir bláu royndu seg við diagonal-sendingum.

Ta einu ferðina var tó um reppið, at støðan gjørdist heilt vandamikil. Bjartalíð sendi eitt neyvt innlegg úr høgru, men til alla lukku fekk Tórður akkurát jústað bóltin úr málteiginum, og so gekk skjótt fyri seg. Heilt skjótt!

Philip slapp undan fyrsta Klaksvíkinginum, og á miðjum vølli snýtti hann við smartari fintu tveir mans, áðrenn hann júst í røttu løtuni sendi djúpt til Lukasz. Fríspark varð gjørt, men Eiler læt fyrimunin galda, og so var Lukaszikki minni genialur, tá hann úr heldur spískum vinkli krúllaði bóltin út um málverjan og inn um stólpan, tá tey flestu hildu hann leita eftir einum avleveringsmøguleika.

KÍ hevði ein gyltan møguleika at koma aftur í dystin, men Tórður bjargaði royndini frá leysum Bjartalíð, og tá retururin varð skotin móti málinum, stóð Odmar á røttum stað og stútaði burtur. Fyri okkum gjørdist tað bara enn stuttligari lítla løtu seinni. Philip og Lukasz royndu báðir at dystast við KÍ-miðvøllin. Í triðju atløgu var tað Benjamin, sum vann nærdyst, og so var brádliga víðopið millum KÍ-miðverjarnar, og tað skalt tú ikki siga tvær ferðir við skjóta kantin.

KÍ var mest sum sjokk. Teir royndu at flyta bóltin niðan, men tað var púrasta uttan hugflog, og ístaðin høvdu vit vandamiklaru royndirnar. Men skotið frá Benjamin varð avrættað beint uppum, og tá hornasparkið varð sent innfyri, fekk KÍ í tveimum førum vart fyri á mest sum málstrikuni.

3-0 leiðslan gjørdi tað kanska upplagt at dúva upp á kontra eftir steðgin, og ivaleyst hevði KÍ væntað, at eitt skjótt mál kundi fáa teir aftur í dystin.

Men tað komu teir ongantíð í nær námind av. Vit herjaðu niðan eftir vøllinum, og tað gingu tað mesta av 10 minuttum, áðrenn KÍ kom niðan á okkara hálvu. Eitt gott taktiskt trekk, sum helst eisini gørdi sítt til, at vónirnar um nakað munagott aftursvar frá heimamonnunum køvdust burtur í svartasta einki.

Á dómaraseðlinum er Hørður noteraður fyri sjálvmál, men vit hildu, at Erlendur økti til 4-0, tá hann var fyrstur á returbólti. Og KÍ hevði ikki meira enn minkað um munin, áðrenn Hannes Agnarsson við knallhørðum skoti markeraði, at hann er aftur á vøllinum eftir skaðasteðg.

Og veruleikin er helst, at klaksvíkingarnir skulu prísa sær lukkuliga fyri, at smekkurin ikki gjørdist enn størri. Eiler dømdi fyri sovítt ein fínan dyst, men beint á tímanum undraðust vit tvær ferðir um avgerðir – ella mangul upp á sama. Fyrst vórðu beinini skreidd undan Philip, tá hann hevði prikað bóltin framvið KÍ-málverjanum, og løtu seinni var Jonas meira enn heppin, at hann ikki fekk sítt seinna gula kort, tá Patrik varð kantaður í mest sum fríari støðu.

Hetta kundi tó á ongan hátt oyðileggja dagin fyri okkara viðkomandi. Vit vístu í dag álopsspæl í sera høgum flokki. Vit hildu høvdið kalt, so mótstøðan ongan tíð slapp at leggja nakað veruligt trýst, og mest av øllum vístu vit í dag, at vit eisini duga at umseta møguleikar til mál.

 

KÍ-B36 1-5 (0-3)

0-1: Odmar Færø, 9.

0-2: Lukasz Cieslewicz, 21.

0-3: Benjamin Heinesen, 30.

0-4: sjálvmál, 70.

1-4: Albert Adu, 73.

1-5: Hannes Agnarsson, 76.

 

B36: Tórður Thomsen – Erlendur Magnusson, Bjarni Petersen, Odmar Færø, Gestur B. Dam – Magnus H. Jacobsen, Róaldur Jakobsen – Benjamin Heinesen (Hannes Agnarsson, 73.), Lukasz Cieslewicz, Philip Lund (Christian R. Mouritsen, 80.) – Patrik Johannesen (Gilli Samuelsen, 87.)

Gult kort: Philip Lund

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan