Sjálvprofetiskur javnleikur
Mikudagur, 14. juni 2017 21:24

Vit høvdu allar møguleikar at punktera dystin undan steðginum. Ístaðin gjørdist tað enn einaferð talan um javnleik í grannauppgerðini móti HB

 

Tað átti ikki at komið óvart á, at talan gjørdist um javnleik í grannauppgerðini í Gundadali. Fýra ferðir hava vit spælt móti teimum ósunnaru í ár, og fýra ferðir er tað endað við javnleiki eftir 90 minuttir.

Tað gjørdi tað eisini hesaferð, og tað kunnu grannarnir vera so nógv best nøgdir um.

Fyrstu løtuna høvdu teir annars hug at stressa okkum, og tað tók einar 6-7 minuttir, áðrenn nakað nevnivert hendi niðan móti HB-málinum.

Men so settu vit okkum eisini á mest sum alt. Álopini meira ella minni skolaðu oman móti HB-málinum, og tað var helst bara ein spurningur um tíð, áðrenn hol kom á. Odmar stútaði horna beint framvið, og løtu seinni hevði Teitur eina fantom-bjarging, tá Philip stútaði returbólt móti málinum.

Og beint undan hálva tímanum skoraðu vit. Petur Reinert sá rætt, tá hann gav fyrimun, eftir at Philip varð rættiliga harðliga tikin. Bólturin endaði ístaðin hjá Róaldi. Hann dróg nakað inneftir, og tá bólturin varð sendur flatt útfrá, hamraði Gestur ristina á, og so hevði sjálvt Schmeichel ikki havt nakran møguleika.

Restina av fyrra hálvleiki var mest sum uppvísing frá okkara síðu. HB var um ein háls, og ikki minst kundi Patrik veruliga dusa sær. Ikki færri enn tríggjar ferðir slapp hann avstað, men fyrstu ferð rakti hann stólparótina – aðru ferð misnýtti Benjamin fyri mest sum púra opnum máli – og triðju ferð skeyt Patrik heldur enn at spæla til Philip.

Hópin av øðrum støðum vóru eisini, men tað stóð bert 1-0 á talvuni, tá farið varð inn til hálvleiks, og flestu okkara grunaðu, at tað kundi kosta.

Seinna hálvleik hildu vit á við at hava bóltin, men eftir einum 6-7 minuttum kom HB brádliga til møguleikar. Teir skaptu nakrar vandastøður, og ta einu ferðina gekk galið. Bólturin varð lagdur inn úr høgru, og so kundi Pingel stýra leðurkúluni í meskarnar úr stuttari fjarstøðu.

Tað tók okkum tó ikki langa tíð, áðrenn vit aftur vóru omaná. Gamaní helt HB trýstinum í nakrar minuttir, men so var eisini nóg mikið. Vit vunnu bóltin á miðvøllinum. Philp fekk stútað annan-bóltin innum til Patrik, og tá hann sparkaði flatt innfýri, hevði Philip runnið neyðuga strekkið, og so slapp loksins á talvuna.

Tað kundi eisini verið 3-1, men ólukkutíð bjargaði HB-verjuspælari á strikuni, og ístaðin komu vit undir eitt stórt trýst seinastu 10 minuttirnar. Hesa løtuna var heilt vist saknur í bólttrygga Philip, sum varð skiftur út, men mest av øllum kom trýstið, tí vit byrjaðu at sparka heldur enn at spæla.

HB fekk eitt mest sum massivt trýst, og so hendi tað, sum ikki skuldi henda. Eitt heldur bleytt innlegg, sum ikki veruliga var vandamikið, kom á hondina á Odmari, og so kundi Stankov javna úr 11 metrum. Tíðin var nú um at renna undan, og hóast vit royna at søkja enn eitt leiðslumál, so megnaðu væl nøgdu grannarnir at nøla seg ígjøgnum seinastu løtuna, og so gjørdist ikki meira.

Javnleikurin í grannauppgerðini var kanska ikki heilt so óvæntaður. Men júst javnleikirnir hava verið heldur frustrerandi í ár. Ikki minst tí vit í dag høvdu møguleikan at steingja dystin væl og virðiliga undan steðginum.

Leikliga vóru tó nógvir glottar at hóma, og halda vit fast í teimum dygdunum, eru góð útlit fyri, at vit hava bæði stig og mál í posanum, tá vit vitja í Klaksvík um vikuskiftið.

 

B36-HB 2-2 (1-0)

1-0: Gestur B. Dam, 28.

1-1: Sebastian Pingel, 51.

2-1: Philip Lund, 56.

2-2: Aleksanar Stankov (br.), 87.

 

B36: Tórður Thomsen – Erlendur Magnusson, Bjarni Petersen, Odmar Færø, Gestur B. Dam – Magnus H. Jacobsen (Hugin Samuelsen, 87.), Róaldur Jakobsen – Philip Lund (Alex Mellemgaard, 75.), Lukasz Cieslewicz, Benjamin Heinesen – Patrik Johannesen

Gult kort: Gestur Dam, Tórður Thomsen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

  
  07 Vestur - B36

 24.09.17 - kl.

-----------------

1. deild menn

23.09.17 -  kl.17:00

 B36 - Víkingur

-----------------

1. deild kvinnur

24.09.17 - kl. 13:30

EBS/Skála - B36

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður, B36-Suðringar 3-0?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan