Stríddu seg til stig
Týsdagur, 30. mai 2017 07:52

alt

Eitt skert og ung B36 lið stríddi seg til javnleik ímóti enum góðum NSí liðið

 

Strævna hálvfinalan var nóg illa komin úr beinunum, og aftur hesa ferð høvdu vit manfall. Men hóast NSÍ var við yvirlutan í trý korter, so megnaðu vit at koma afturíaftur, so vit fingu bjargað eina stiginum

Til alla lukku hevði FSF gjørt av, at liðini, sum spældu steypafinalu hósdagin, kundu velja at bíða til mánadagin við sínum landskappingardysti.

Eyka hvílidegnum høvdu vit so sanniliga tørv á eftir bragdið hósdagin, men tað var ikki frítt, at NSÍ mundi vera betur fyri, eftir at teir lutfalsliga ómaksleyst vunnu sín sess í hálvfinaluni.

Hartil máttu vit eisini fremja nakrar broytingar, nú bæði Eli og Patrik høvdu leikbann. Tað varð loyst við at tveita Magnus Holm Jacobsen inn á sentrala miðvøllin, umframt at Christian nú aftur var førur fyri at spæla – hesa ferð sum álopsmakkari hjá Lukasz.

Fyrstu trý korterini vóru teir báðir á toppinum rættiliga einsamallir. Eftir eina javna byrjan, har bæði liðini høvdu sínar hampuligu møguleiikar, var tað NSÍ, sum var spælstýrandi, og talan var um fleiri vandastøður í okkara brotsteigi.

Í felag megnaðu Tórður og verjan at taka tað mesta, men stutt undan steðginum gekk galið. Eitt innkast úr høgru varð longt inn í málteigin, og har fluktaði Bárður J. Hansen vertirnar framum.

Brekkan var brøtt, og annan dystin á rað ivaðist onkur kanska í, um okkara menn høvdu orku til at koma afturíaftur.

Men tað høvdu teir. Seinni hálvleikur var bara fáar minuttir gamal, tá útjavningin kom. Christian vann bóltin á miðvøllinum og sendi Lukasz avstað í høgru. Flata sendingin vann fegin fram til Erlend, sum annan dystin á skoraði.

Og so settu vit okkum á tað mesta. Benjamin og Gestur komu báðir í góðar støður, men har spurdist tó einki burturúr. Í hinum endanum rakti NSÍ ta einu ferðina træverkið, men yvirhøvur vóru tað nú vit, sum stýrdu dystinum.

Tað rakk tó ikki til fleiri mál, men talan var í allar mátar um eitt væl og virðiliga góðkent avrik í einum truplum útidysti. Enn einaferð stóðu ungu menninir royndina, og tað er hugaligt at síggja, at fleiri av teimum royndu nú so líðandi eru um at koma fyri seg.

 

NSÍ-B36 1-1 (1-0)

1-0: Bárður J. Hansen, 41.

1-1: Erlendur Magnussen, 50.

 

B36: Tórður Thomsen – Erlendur Magnusson, Odmar Færø, Andrias Eriksen, Bjarni Petersen (Gilli Samuelsen, 60.) – Gestur B. Dam, Róaldur Jakobsen, Magnus Holm Jacobsen (Hugin Samuelsen, 87.), Benjamin Heinesen – Lukasz Cieslewicz, Christian R. Mouritsen (Pætur J. Petersen, 65.)

Gult kort: Magnus H. Jacobsen, Erlendur Magnusson, Benjamin Heinesen, Gestur B. Dam

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

     

B36 - Skála

í Gundadali, sunnudagin 23.07.17 - kl. 15:00

-----------------

1. deild menn

22.07.17 -  kl.

Víkingur - B36

-----------------

1. deild kvinnur

Í Gundadali 06.08.17 -  kl.

HB - B36

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør vinnur, B36-Skála?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan