Gjørdu tað ógjørliga
Hósdagur, 25. mai 2017 22:17

alt

Eitt út av lagi vánaligt dómaraavrik hótti við at sløkkja allar finaludreymar. Men hóast 9 móti 11 í 50 minuttir megnaðu okkara menn onkursvegna at basa teimum ósunnaru

 

Helst er onkur løgin vølvuspá, sum hevur sínar visjónir um, at grannauppgerðirnar millum B36 og HB skulu innihalda nakað eyka av dramatikki. Og tað gjørdi seinna hálvfinalan móti HB í ólukkumát,

Dómaraavrikið var snøgt sagt undir alt lágmark, og eina løtu tóktist tað, sum hevði Dagfinn dømt okkum burtur frá steypafinaluni. Men við helst mest ótrúliga mannfólkainnsatsinum í føroyskari fótbóltssøgu vildu okkara menn tað øðrvísi.

Undan dystinum hevði HB-venjararin sagt, at tað ráddi um at steðga Lukasz og Róaldi, og tað gingu ikki nógvir minuttir, fyrr enn tað varð staðfest, at hetta ikki bara vóru tóm orð. Men hóast Lukasz tíðliga í dystinum varð høgdur niður, so fekk tað einki kort við sær.

Fyrstu trý korterini vóru rættiliga taktisk. HB visti jú undan dystinum, at 0-0 sendi teir í finaluna, og tað tóktist, sum var hetta endamálið hjá grannum okkara. Onkur hendinga møguleiki var, men verulgia vandamikið tóktist tað sjáldan at blíva, hóast vit væl og virðiliga domineraðu spælið.

Eftir steðgin hildu vit fram við at hava bóltin, og hesa ferð gekk ikki so longt tíð, áðrenn mál kom. Róaldur spældi snilt inn um HB-verjuna til Benjamin. Teitur bjargaði knallharða skotinum, men Erlendur var fyrstur á retutinum, og so vóru vit á finalukós.

HB tóktist á ongan hátt at hótta eftir. Gamaní govu vit temum meira pláss at spæla á, meðan vit lúrdu eftir umstillingingi, og eftir góðum tíma kom møguleikin. Patrik skifti tvey gear upp, tá umstillingin kom, og so gjørdist vandamikið. Framherjin kundi spælt ein púra blankan Lukasz, men ístaðin dróg hann inn um verjuna, tá Teitur kom ov seint út, var brotsspark – hildu vit.

Einastai maðurin á vøllinum, sum sá støðuna øðrvísi var tíverri hin svartklæddi. Ístaðin fyri at døma brotssparkið, sum kundi stongt dystin, gav han Patrik seinna gula kortið fyri sjónleik. At ein HB’ari – sum hevði gult kort – ein minutt seinni sparkaði Róald niður, fekk ikki dómaran at toga nakað kort fram. Ístaðin helt hann linjuna við at oyðileggja okkum dystin, tá hann brádliga gav Eli beinleiðis reytt. Fullkkomuliga óskiljandi, men harvið vóru fortreytirnar broyttar, so tað nú ráddi um at yvirliva.

Tað gjørdu vit næstan, men einar átta minuttir fyri dystarlok fekk HB spælt útfrá, og so kundi Bartal Wardum javna.

1-1 bar við sær, at 30 eyka minuttir skuldu til. Ikki júst tað, sum okkum tørvaði Og tað gingu heldur ikki nógv sekund, áðrenn Bartal enn einaferð við eini kølnari innarsíðu beindi bóltin i netið. Game-over hildu tey flestu, og á sosialu miðlunum skilst, at meira enn bara tann eini tá fór heim við gron.

Men hetta var startskotið til eitt ófatuligt comeback, sum helst fer í søgubøkurnar sum tað sjúkasta nakrantíð.

Fyri eina ferðs skyld floytaði Dagfinn rættan veg, tá vit sendu fríspark innfyri. Úrslitið varð nýtt fríspark á brotsteigarmarkinum, og so átti Róaldur pallin. Leðurkúlan varð krúllað upp um múrin og inn í málhornið, og so áttu vit fyrimunin av útivallarmálum.

Í 20 minuttir máttu okkara 9 mans stríðast móti yvirvøldini, og tað megnaðu teir væl. Ta einu ferðina fekk Odmar akkurát nortið bóltin, so Stankov ikki kundi stútað í tómt mál, men í aðrar mátar var HB merkiliga tannleyst. Tað tóktist nærum, sum hugsaðu teir meira um eina lúrandi fiasko enn um møguleikan fyri finaluplássinum. Støðugt var talan um alibi-sendingar kring brotsteigin hjá okkum, og tá klokkan nærkaðist 120 minuttum gekk heilt galið – ella skuldu vit sagt heilt framúr.

Róaldur var nú fremsti maður. Tó ikki longri frammi enn so, at hann beint uttan fyri brotsteigin fekk prikað bóltin av einum HB'ara. Eitt trekk varð tikið, og tá Teitur var mest sum uppi á miðum vølli í royndini at spæla sweepari, knallaði Róaldur bara til. Bólturin hoppaði og rullaði seinastu metrarnar inn um strikuna, og so var alt á gosi. Ótrúliga áskoðararnir, sum mundu vinna eini 20-1 uttan fyri vøllin, hálsfevndust, grótu og flentu. Finalan var veruleiki, og tað kom til høldar undir teimum truplastu umstøðunum, sum hugsast kundi.

Hetta prógvaði, at venjari okkara hevði rætt. Undan dystinum hevði Jákup eina stutta framløgu í Kjartansstovu. Har vísti hann á taktiska uppleggið og annars tað, sum hann og spælararnir høvdu fyrireikað.

Men hevði legði eina við, at fótbóltur er eitt rættiliga einfalt spæl. Og at tað í slíkum dystum eru teir, sum hava størst hjarta, sum at enda standa við sigrinum. Vit kunnu bara staðfesta, at hann hevði rætt.

 

HB-B36 2-3

0-1: Erlendur Magnussen, 50.

1-1: Bartal Wardum, 82.

2-1: Bartal Wardum, 92.

2-2: Róaldur Jakobsen, 98-

2-3: Róaldur Jakobsen, 120.

 

B36: Tórður Thomsen – Bjarni Petersen, Andrias Eriksen, Odmar Færø, Erlendur Magnusson – Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen – Benjamin Heinesen (Magnus Holm Jacobsen, 76.), Lukasz Cieslewicz (Gilli Samuelsen, 91.), Pætur Petersen (Gestur B. Dam, 46.) – Patrik Johannesen

Gult kort: Patrik Johannesen, Tórður Thomsen, Andrias Eriksen, Benjamin Heinesen

Reytt kort: Patrik Johannesen (tvey gul), Eli F. Nielsen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan