Summar, sól og stig
Sunnudagur, 21. mai 2017 18:31

alt

Talan gjørdist um tryggan sigur, tá vit í dag aftur vunnu okkum á europisku sessirnar

 

Eftir alt ov nógvar javnleikir var kravið til okkara menn í dag sera einfalt. Trý stig skuldu vinnast, tá 07 Vestur var á vitjan.

Frá byrjan vóru tað eisini vit, sum settu okkum á dystin. Trýstið á mótstøðumálið var frá fyrsta bríksli rættiliga massivt, og mest av øllum tóktist tað vera ein spurningur um tíð, áðrenn leiðslumálið kom. Ta einu ferðina hildu vit eisini heilt víst, at vit áttu brotsspark, tá vágamaður við hondini vardi málið, men dómarin læt tó ikki við seg koma.

Tað eydnaðist tó ikki at fáa nakað skjótt mál, og spakuliga komu gestirnir betur við í dystin. Teir fingu ongan veruligan møguleika, men einar tvær ferðir var talan um spentar støður í okkara brotsteigi.

Í mun til undanfarnu dystir, so var Philip hesa ferð mettur at vera nóg birgur til at byrja inni. Men tað gingu tó ikki meira enn einir 20 minuttir, áðrenn hann tóktist hava trupulleikar við lærkrikanum. Tað var avgjørt ikki tað, sum vit høvdu vónað, men gleðin var tó stór, tá 11-talið varð hildið á loftið til útskiftingina. Tað merkti, at Lukasz aftur var á vøllinum, og tað er einki at taka seg aftur í, at hann hevur verið saknaður.

Stutt eftir hetta kom forloysandi málið. Patrik varð sendur avstað í høgru, og har varð hann skumpaður somikið í ryggin, at brotsspark spurdist burturúr. Eitt brotsspark, sum Róaldur setti trygt í netið.

1-0 í steðginum var væl og virðilga uppiborið, men vit uttan fyri vøllin vildu hava meira. Og tíbetur fingu vit eisini tað.

Tað gjørdist 2-0, áðrenn nógvir minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki. Hesa ferð var fúlt fríspark gjørt á miðvøllinum móti Lukasz. Annað hvørt sá dómarin ikki hendingina, ella gav hann fyrimun. Vágaverjan tóktist í øllum førum steðga, og so helt Patrik avstað móti málinum. Einsamallur við málverjanum rullaði hann til ein enn leysari Pætur, og so stóð 2-0.

Eftir hetta var ongan tíð nakar sum helst ivi um, at hvar stigini skuldi. Tað gjørdist 3-0, tá Róaldur sendi fríspark í netið, eftir at Pætur varð feldur beint uttan fyri brotsteigin, og seinasta málið skoraði Patrik, tá hann stútaði gott innlegg frá Bjarna Petersen niður í svørðin og inn.

Í fleiri mátar var talan kanska um pliktsigur, og hetta livdu vit í øllum førum upp til. Hinvegin skulu slíkir dystir eisini spælast, og tað var hugaligt at síggja, hvussu stórt tamarhald vit høvdu gjøgnum so at siga allan dystin.

Úrslitið ber við sær, at vit klintraðu upp á fjórða plássið. Enn er munurin upp til heiðursmerki heldur stórur, men tað kann broytast longu komandi umfar. Áðrenn ta uppgávuna snýr tað seg tó um hálvfinalu í steypakappingini móti grannunum fyri norðan.

 

B36-07 Vestur 4-0 (1-0)

1-0: Róaldur Jakobsen (br.)

2-0: Pætur J. Petersen

3-0: Róaldur Jakobsen

4-0: Patrik Johannesen

 

B36: Tórður Thomsen – Bjarni Petersen, Andrias H. Eriksen, Odmar Færø, Erlendur Magnussen (Gestur B. Dam) – Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen – Benjamin Heinesen, Philip Lund (Lukasz Cieslewicz (Magnus Holm Jacobsen)), Pætur J. Petersen – Patrik Johannesen

Gult kort: Eli F. Nielsen

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan