Enn er víðopið
Mikudagur, 10. mai 2017 21:48

alt

Intensiteturin, viljin og skiftið í spælinum var júst, sum tað plagar í grannauppgerðunum móti HB. Og tað var úrslitið eisini, tá talvan at enda vísti javnleik. Tí er spurningurin um finalusessin framvegis víðopin

 

Tað er reglan heldur enn undantakið, at grannauppgerðir okkara móti HB eru endaðar við javnleiki seinnu árini. Og soleiðis var eisini í kvøld, tá fyrra hálvfinalan í steypakappingini var á skránni.

Men sum vant var hetta ikki heilt uttan dramatikk.

Tá vit fyri stuttum spældu móti HB, var talan fyrstu longu løtuna um nakrar sera varnar grannar, sum leingi lógu aftarlaga á vøllinum. Tað var ikki støðan hesaferð. Frá fyrsta bríksli trýsti HB høgt uppi á vøllinum, og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn teir høvdu lagt seg á odda. Horna varð sent innfyri úr høgru, og har fekk Heðin Hansen júst nortið bóltin somikið, at hann fann vegin fram til meskarnar.

Ein ordans framman á til okkara menn, sum høvdu ilt við at fóta sær, og næstu løtuna trýsti HB øgiligt. Einu ferðina førdi hetta til mistak í okkara uppspæli, og bert ein kanónbjarging frá Tórði forðaði Heðini í at gerast tvífaldur málskjútti.

Næstu løtuna fótaðu vit tó okkum. Og tað væl og virðiliga. Við at flyta bóltin nóg skjótt, gekst væl at spæla undan fyrsta trýstinum, og á miðvøllinum fingu vit veruliga tamarhald á. Í borðunum megnaðu bæði Christian og Benjamin at bjóða av, og fleri ferðir var HB-verjan um ein háls, tá vit leitaðu oman á baklinjuna.

Ta einu ferðina var bólturin í netinum, men tíverri hevði linjuverjin flaggið uppi, tá Patrik bankaði bóltin inn, og eina ferð langaði Gestur beint framvið, eftir at Christian hevði drigið seg ígjøgnum.

Tá málið loksins kom, var talan um sanna perlu. Róaldur var sentralur í uppspælinum, og eftir at hava hótt við skoti, lyfti hann bóltin út til Christian. Christian stútaði innaftur, og júst sum øll hildu, at nú langaði Róaldur til, setti hann eina bleyta innarsíðu á, so hann mest sum avleveraði bóltin yvir í handara síðunet.

Og so sótu vit annars á øllum. Álopini skolaðu móti HB-málinum, og teir reyð-svørtu komu nóg illa úr verjustøðu. Roynt varð við langum bóltum, har Stankov var ætlaða spælstøðin, men honum hevði Odmar gott tak á, og tí gjørdist tað ikki vandamikið.

Eftir steðgin legði HB aftur fyri sum eitt óløgi. Hesa ferð vardi trýstið eisini meira enn eitt korter, og meira enn tí einu ferðina vóru boð eftir verjuni hjá okkum. Einar tvær ferðir var heilt-heilt nær við, men hvørja ferð eydnaðist í evstu løtu onkrum av okkara at tveita seg í eina tackling, so bólturin kom av vandaleið. Nøkur lang innkøst frá Pingel og hópin av hornaspørkum gjørdist talan eisini um, men Andrias, Odmar og hinir stóðu sum kletturin.

Tað var ikki fyrr enn seinastu fimm minuttirnar, at trýstið linkaði, men tá mundi tað eisini bragdað hjá okkum. Philip kom á vøllin til eitt kærkomið comeback, og hann var sentimetrar frá at stúta bóltin í netið, og heilt móti dystarenda var tað bert ein kanón-bjarging frá Teiti, sum forðaði Eli í at finna meskarnar.

Samanumtikið var 1-1 kanska eitt ok úrslit. Sjálvandi vilt tú helst ikki lata mál inn á heimavølli í eini hálvfinalu. Men hinvegin plaga dystirnir millum okkum og grannarnar í minsta lagi at innihalda eitt mál í part.

Tí er alt framvegis púrasta víðopið undan seinnu hálvfinaluni, og so kunnu vit jú altíð vóna, at úrslitið tá verður 2-2 heldur enn 1-1 ;)

 

B36-HB 1-1 (1-1)

0-1: Heðin Hansen, 5.

1-1: Róaldur Jakobsen, 18.

 

Tórður Thomsen – Erlendur Magnussen, Andrias Eriksen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard (Pætur J. Joensen (Philip Lund)) – Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen – Christian R. Mouritsen, Gestur B. Dam, Benjamin Heinesen (Gilli Samuelsen) – Patrik Johannesen

 

Gult kort: Róaldur Jakobsen

 


Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Kappingin um Løgmanssteypið

 

HB - B36

Í Gundadali 25.05.17 - kl. 15:00

-----------------

1. deild menn

í Gundadali 27.05.17 -  kl.

B36 - Suðuroyarliðið

-----------------

1. deild kvinnur

Í Djúpumýru 25.05.17 -  kl.

KÍ - B36

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør kemur víðari, HB-B36?
 

Leinkir

Intersport Summar Cup 2017

 

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan