Fyrra brakið er í kvøld
Mikudagur, 10. mai 2017 08:18

Lagt er upp til satt brak, nú vit tørna út móti HB í hálvfinaluni í steypakappingini. Fyrra umfarið verður spælt í kvøld, tá allar góðar orsøkir eru til at fara í Gundadal

 

Mest sum uttan undantak hevur talan verið um tættar, intensar og spennandi uppgerðir, tá vit tey seinnu árini hava dystast við grannarnar úr HB.

Nervin og intensiteturin er heilt serligur hesar dystirnar, og ikki so sjáldan hevur tað víst seg, at aktuella støðan á stigatalvuni ikki sigur nakað sum helst um favorittleiklutin.

Fyrsti landskappingardysturin móti grannunum í ár var einki undantak, og heldur ikki er nøkur orsøk at halda, at hálvfinalurnar verða stórt øðrvísi.

Dysturin verður blástur ígongd klokkan 18, men longu frá klokkan 17 verður upphiting í Hvítadali, og so er bara hjá øllum tikarum, floksmonnum (m/k) og øðrum viðhaldsfólkum at halda seg framat.

 

Ársveitslan 2017

Ársveitslan hjá B36 verður

28 oktober 2017

Keyp atgongumerki til ársveitsluna her :

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

   
  Skála - B36

 01.10.17 - kl. 15:00

-----------------

1. deild menn

30.09.17 -  kl.

 HB - B36

-----------------

1. deild kvinnur

27.09.17 - kl.

KÍ - B36

Støðan í Effo-deildini

Tín meining

Hvør var dagsins maður, 07 Vestur-B36 4-3?
 

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan