Málleysir við Margáir
Leygardagur, 06. mai 2017 18:28

alt

Vit megnaðu í ov lítlan mun at halda leikferðini, og tí eydnaðist ikki at seta avgerandi bóltin inn móti einum væl skipaðum heimaliði

 

Hóast fráveru av ikki minni enn 10 spælarum, sum antin vóru skaddir ella burturstaddir, so var eingin ivi um, at vit áttu favoritt-leiklutin undan dystinum við Margáir í dag.

Hjá heimaliðnum tókist ætlanin at vera greið nakað væl undan dystarbyrjan. Í øllum førum varð vøllurin ikki vatnaður, soleiðis sum tey vanliga plaga at gera. Sjálvandi við tí fyri eygað at draga nakað av ferðini úr spælinum.

Og so varð bussurin annars parkeraður. Tað allar mesta av dystinum var gongdin einvíst, at vit trýstu og royndu at skapa góðar støður, meðan heimamenninir fyrst og fremst hugsaðu um at skipa seg væl.

Ta einu ferðina undan steðginum var vandi tó av álvara á ferð, tá vit einar 2-3 ferðir blokeraðu skotroynd inni í brotsteiginum, men sum hálvleikurin leið, tóktust vit at fáa eitt sindur av glið á.

Størsta møguleikan átti Patrik, tá Alex legði flatt út frá, men í skotløtuni støkk bólturin eitt sindur, og so gjørdist talan um veika skotroynd, sum málverjin fekk vart fyri. Innlegg vóru fleiri av, og eina ferð mundi Christian sent horna beina leið í málið, og nakað seinni mundi Róaldur sent innlegg upp í hornið, men málverjin fekk akkurát jústað bóltin út.

Við at halda ferðini uppi fingu vit seinasta korterið undan steðginum ábending um, at vit kundu avgera dystin.Heimamenninir tóktust meira enn bara moyrir, og uppskriftin eftir steðgin var tí púrasta greið.

Ferðin skuldi haldast, men tað eydnaðist tíverri í alt ov lítlan mun seinastu trý korterini. Bryjanin var annars á eini leið, tá vit komu í góðar støður, og eina ferð varð skotroynd bjargað á málstrikuni. Men turri vøllurin og drálandi mótstøðumenn áttu sjálvandi sín part. Nakrar spentar støður vóru, og aftur kom Patrik einar tvær ferðir í góða støðu, men hepnið var ikki við, tá skjótast skuldi.

Tað frustreraði nógv, og eina løtu megnaði heimaliðið fleiri ferðir at koma í góðar umstillingsstøður, sum tó ikki av álvara gjørdust vandamiklar. Trýstið vaks móti dystarenda, men Odmar stútaði sentimetrar framvið, og ta einu ferðina vildi bólturin bara ikki rættan veg, tá hann dansaði inni í málteiginum í eini 20 sekund millum hópin av tacklingum, áðrenn okkurt langt heimabein at enda beindi hann burtur.

Tí endaði alt, sum tað byrjaði, og tað hava vit sjálvandi onga orsøk at vera nøgd við. Kanska varð skaðin avmarkaður, tá nógvir aðrir dystir hetta umfarið endaðu javnir, men tað er júst í slíkum støðum, at vit skulu vinna okkum fyrimun. Tað eydnaðist ikki í dag.

 

EB/Streymur-B36 0-0

 

B36: Tórður Thomsen – Gestur B. Dam, Andrias Eriksen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard (Jógvan A. Skeel Nolsøe, 84.) – Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen – Pætur J. Petersen (Gilli Samuelsen, 64.), Christian R. Mouritsen, Benjamin Heinesen – Patrik Johannesen

Gult kort: Eli F. Nielsen

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Eurropa League

  

Nomme Kalja - B36

A. Le Coq Arena, hósdagin 29.06.17 - kl. 17:30

-----------------

1. deild menn

22.07.17 -  kl.

Víkingur - B36

-----------------

1. deild kvinnur

Í Gundadali 06.08.17 -  kl.

HB - B36

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður, EB/Streymur-B36 1-2?
 

Leinkir

Intersport Summar Cup 2017

 

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan