So bragdaði
Sunnudagur, 30. apríl 2017 12:10

alt

Fuglfirðingar megnaðu ikki at gera nakað sum helst við okkara menn, sum undan steðginum fullkomuliga punkteraðu allan spenning

 

Okkara menn vístu seg frá síni bestu síðu, tá teir skuldu reisa seg eftir lúsingin, sum vit fingu við Stórá fyri viku síðani.

Hesa ferð var ÍF mótstøðan, og frá fyrsta bríksli søktu vit at mótstøðumálinum. Fuglfirðingar vóru rárir gestir á okkara hálvu hesi trý korterini, og á degnum fingu vit eisini mál fyri stríðið.

Patrik legði fyri, tá hann langaði eitt langskot í netið eftir bara tíggju minuttum. Málsøkna spælið helt fram, og hópin av stórum møguleikum spurdust burturúr, men eina løtu tóktist tað, sum vildi bólturin bara ikki seinasta lítla pettið inn um strikuna.

Men seinasta korterið undan steðginum glapp. Benjamin átti seinasta fótin á einum framúr væl spældum álopi, og so høvdu fuglfirðingar mist mest sum alla vón.

Tað gjørdist 3-0, tá danski ÍF-málverjin misti ein bólt inn um strikuna. Gestirnir vildu hava fríspark, men tað vildi dómarin ikki, og tá Benjamin beint undan steðginum økti til 4-0, var fullkomuliga leyst og liðugt.

Seinni hálvleikur gjørdist nakað nógv tamari, enn tann fyrri hevði verið. Okkara høvdu ikki fyri neyðini at søkja málið á sama hátt, og so slapp ÍF at spæla við. Teir fingu nøkur horna, og onkra løtu var talan um ávíst trýst, men nakran veruligan møguleika fingu teir ongantíð.

Sigurin var okkara fyrsti í landskappingini í ár, og bæði á stigatalvuni og í sjálvsálitinum var talan um gott hál. Eitt hál, sum staðfesti, at vit nú veruliga eru komnir ígongd, og so ræður bara um at halda fast komandi umførini.

 

B36-ÍF 4-0 (4-0)

1-0: Patrik Johannesen, 10.

2-0: Benjamin Heinesen, 30.

3-0: sjálvmál, 37.

4-0: Benjamin Heinesen, 45.

 

B36: Tórur Thomsen – Erlendur Magnussen, Andrias Eriksen, Odmar Færø, Gestur B. Dam – Eli F. Nielsen (Jóhan Eiler Simonsen, 77.), Róaldur Jakobsen (Alex Mellemgaard, 46.) – Benjamin Heinesen, Christian R. Mouritsen, Jógvan A. Skeel Nolsøe (Gilli Samuelsen, 64.) – Patrik Johannesen

 

Myndasavn(Bjarni Enghamar)

 

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan