Bummtúrur
Sunnudagur, 23. apríl 2017 20:04

alt

Vit høvdu allar fortreytir við okkum, tá vit vóru á odda 2-0. Men mentalt stóðu vit ikki royndina, og so vórðu stigini tveitt fyri borð áðrenn heimferðina

 

Tað var ein løta av teimum heldur tungu, tá B36-ferðalagið í dag setti kósina norður um Suðuroyarfjørð.

Eitt er, at vit taptu 3-2 móti einum væl stríðandi heimaliði, sum enntá kann rópa seg oddalið í Effo-deildini. Annað er, at vit so væl og virðiliga tveittu alt fyri borð seinasta hálva tíman av dystinum.

Líkindini at spæla vóru ikki av teimum bestu við Stórá. Vátaslettingur, hampuliga nógvur vindur og ein illa drenaður vøllur gjørdu, at tað var trupult at fáa gongd á nakað veruligt fótbóltsspæl.

Fyrra umfarið høvdu vit kalda lotið ímóti, men tað tóktist ikki nerva tað heilt stóra. Mótstøðan rondi at trýsta bóltin niðan, men tað var sjáldan, at teir veruliga komu til nakra roynd. Tað nærmasta mundi vera, tá eitt innlegg var um reppið at snýta Tórð, sum tú í evstu løtu fekk sligið bóltin burtur.

Hinvegin royndu vit at skapa nakrar kontrastøður, tá møguleiki var til tess, og fyrstu ferðina, at vit veruliga fingu ein opning, bragdaði. Benjamin vann bóltin, tá Poul Ingason ikki var nóg ansin í verjuspælinum. Bólturin varð sendur innum verjuna alt fyri eitt, og hóast vinkulin var eitt sindur spískur, fekk Patrik sent kúluna í netið.

Gongdin var tann sama allan fyrra hálvleik. Heimaliðið megnaði ikki veruliga at skapa nakað, og hóast vit einar tvær ferðir høvdu góðar støður, spurdist heldur ikki meira burtur úr hesum.

Seinna umfarið høvdu vit lotið undan, og vit settu okkum eisini skjót á tað mesta. Og tað líktist eini avgerð, tá Patrik aftur var upp á spæl eftir lítlum tíma. Hesa ferð var talan um frísparksinnlegg frá Christian. Bólturin ferðaðist aftur um allar heimamenninar, og so kundi Patrik hampuliga ótarnaður temja, áðrenn hann meddaði í netið.

Í upptaktini til málið kundi Jón Krosslá væl fingið ostaskorpuna, tá hann traðkaði eftir Eli. Ólukkutíð sá dómarin ikki hetta, tí júst Jón var høvuðsmaðurin, tá heimaliðið fullkomuliga koppaði øllum á høvdið seinasta hálva tíman.

Fyrsta málið kom, tá vit ikki vóru nóg avgjørdur í okkara høgra borði. Endin var, at ein av heimamonnunum fekk lagt bóltin flatt útfrá, og hóast Krosslá stóð einsamallur millum tríggjar av okkara, so fekk hann góðan frið at stýra bóltinum í netið.

Næsta málið fekk Krosslá eftir brotsspark, sum kom, tá Odmar Færø eftir øllum at døma nýtti armin í eini støðu, har hann ikki var serliga nógv trýstur.

Og dygst undan leikloki kom so heilt stóra vanlukkan. Fyrst valdi Tórður onkursvegna at spæla bóltin mitt niðan á miðvøllin, tá hann bara skuldi rudda langa framlegging burtur. Tað eydnaðist akkurát hjá Benjamin at verja fyri, so mál ikki stóðst úr stóra møguleikanum, sum vertirnir fingu, men tá hornasparkið varð sent innfyri, beyð ikki bøtur. Ingason var hægstur, og so kundi hann stúta øll stigini í posan og senda Suðringar ovast á stigatalvuna.

Tað verður ofta tikið til, at 2-0 er vandamesta leiðslan í einum fótbóltsdysti, og tað passaði kanska eisini í hesum førinum. Men orsøkin til, at tað passaði, skal fyrst og fremst finnast hjá okkum sjálvum. Ofta verður tikið til, at tú skalt tora at vinna ein fótbóltsdyst, og tað tordu okkara illa – ella als ikki í dag.

Fyrsta tíman spældu vit annars júst eftir teimum fortreytunum, sum veðrið og váta undirlagið gav okkum. Vit stóðu ímóti trýstinum, og við at flyta bóltin og síðani fólk niðan í tóm øki, eydnaðist okkum eisini at hótta mótstøðuna.

Tann parturin hvarv fullkomuliga, tá vit øktu til 2-0. Elementeru – kanska primitivu – dygdirnar, sum kravdust, runnu ikki longur spælarunum til hugs. Ofta varð roynt at spæla stutt og flatt, hóast hetta var mest sum ógjørligt. Og valdu vit at spæla langt, varð sent beint í høvdið á miðverjunum, heldur enn at spæla djúpt, soleiðis at vertirnir eisini vórðu tvingaðir at renna aftureftir. Persónligu mistøkini, sum elvdu til mótstøðumálini, boða eisini frá einum liði, sum í løtuni ikki hevr neyðuga sjálvsálitið.

Bara seks dagar eru til næsta dyst. Tá ræður um at finna arbeiðshandskarnar fram, og so leggja vit vertin á, hvussu spælið sær út.

 

Suðringar-B36 3-2 (0-1)

0-1: Patrik Johannesen

0-2: Patrik Johannesen

1-2: Jón Krosslá Poulsen

2-2: Jón Krosslá Poulsen (br.)

3-2: Pól Ingason

 

Tórður Thomsen – Bjarni Petersen (Pætur J. Petersen, 48.), Andrias Eriksen, Odmar Færø, Erlendur Magnussen – Eli F. Nielsen, Róaldur Jakobsen (Magnus H. Jakobsen)– Christian R. Mouritsen (Jógvan Andrias Skeel Nolsøe), Gestur B. Dam, Benjamin Heinesen – Patrik Johannesen

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Eurropa League

  

Nomme Kalja - B36

A. Le Coq Arena, hósdagin 29.06.17 - kl. 17:30

-----------------

1. deild menn

22.07.17 -  kl.

Víkingur - B36

-----------------

1. deild kvinnur

Í Gundadali 06.08.17 -  kl.

HB - B36

Støðan í Effo-deildini

Gjald limagjaldið 2017 her !

Tín meining

Hvør var dagsins maður, EB/Streymur-B36 1-2?
 

Leinkir

Intersport Summar Cup 2017

 

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan