Grannabrak í steypakappingini
Hósdagur, 20. apríl 2017 18:24

alt

Talan verður um tvær grannauppgerðir, tá hálvfinalurnar í steypakappingini eru á skránni

 

Lutakast var í dag um, hvussu spælast skal í hálvfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. Umframt okkum vóru HB, KÍ og NSÍ í pottinum, og her vildi lagnan tað soleiðis, at vit skulu spæla tvær ferðir móti HB.

 

Soleiðis er lagt upp til tvær sera tættar hálvfinalur, har tað helst verða smáu marginalarnir, ið verða avgerandi. Seinnu árini hava grannauppgerðirnar uttan undantak verið sera tættar og intensar, og tað er eingin orsøk at halda, at hetta verður nú øðrvísi, nú eitt pláss í steypafinaluni stendur upp á spæl.

 

Hálvfinalurnar verða spældar 10. mai og 25. mai. Liðið, sum er nevnt fyrst, eigur heimavøll í fyrru hálvfinaluni.

B36 - HB

KÍ - NSÍ

 

Komandi dystir

Komandi dystir

Effo deildin

Síggjast aftur í 2018 :)

  -----------------

1. deild menn

Síggjast aftur í 2018 :)

-----------------

1. deild kvinnur

Síggjast aftur í 2018 :)

 

Støðan í Effo-deildini

Leinkir

B36 á Facebook

 

B36 á Instagram

 

Leiga B36 húsið

 

B36 FAN SHOP

 

Føroysk fótbóltshagtøl

 

B36 er limur í ECA

 

 

 

Innritan